Trupult at skyna á, hvør er stakur

Trupulleikar, við at allýsa hvør er stakur uppihaldari, var orsøkin til, at ein meiriluti í Løgtinginum valdi at vraka eitt uppskot um at tvífalda barnafrádráttin fyri stakar uppihaldarar.

Í aðru viðgerð  í gjár av uppskoti hjá Tjóðveldisflokkinum um at tvífalda barnafrádráttin hjá støkum uppihaldarum, kom fram, at við verandi skrásetingum tykist trupult at fáa hugtakið ’stakir uppihaldarar’ allýst. Hetta gjørdist grundgevingin til at eini meiriluti í Løgtinginum valdi at fella uppskotið.

Fíggjarnevndin hevði undir viðgerðini av málinum fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Hagstovnuna, Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmann, og øll tyktust samd um trupulleikan í at lýsa, hvør er stakur uppihaldari, og hvør ikki er.

 

Samd men ósamd

Hóast øll fíggjarnevndin tyktist samd um, at nógvar góðar grundir eru fyri at gera tiltøk fyri summar stakar upphaldarar, og øll nevndin var eisini samd um, at tað kan vera ringt at fáa hugtakið ’stakur uppihaldari’ allýst og tí trupult at fáa teir røttu persónarnar at verða umfataðir av uppskotinum. So býtti fíggjarnevndin seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ov stór umsiting

Meirlutin við Anfinni Kallsberg, Vilhelmi Johannesen, Kaj Leo Johannesen  og

Lisbeth L. Petersen helt, at hetta fór at krevja munandi umsiting, ið ikki hoyrir heima hjá skattavaldinum, men er eitt almannamál. Tí mælti meirilutin tinginum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin við Kára P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen helt somuleiðis tað verða óheppið, um hetta varð lagt til Toll & Skatt at umsita, men sá hinvegin ikki teir stóru trupulleikarnar í at lata almannaverkið umsita eyðmerkingin av, hvørjir persónar skulu verða umfataðir av rættinum til dupultan barnafrádrátt. Tí mælti minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Øll vita, hvat ein stakur uppihaldari er

Í tingviðgerðini  funnust Bill Justinussen og Jenis av Rana at meirilutanum, fyri  ikki at hjálpa einum bólki, ið, øll tykjast samd um, hevur tørv á hjálp, orsakað av, at onkur, ið ikki hevur rætt til hesa hjálp fer at misbrúka skipanina. Bill Justinnussen segði, at hann vónaði, at samgongan fór at taka stig til, at hesin bólkur varð hjálptur í almanna skipanini, um tey feldu hetta málið. Bill Justinussen vísti á, at øll vita, hvat ein stakur uppihaldari er. T átti tað ikki at vera so trupult at viðtikið hetta mál. Høgni Hoydal helt, at tað var merkisvert, at samgongan skuldi allýsa júst hetta mál, so væl, tá hon í so nógvum øðrum førum tók avgerðir uttan nakra sum helst allýsing. Bill Justinussen vísti eisini á, at um onkur fekk pening av órøttum, so kundi landið krevja pening aftur.

 

Undanførslur

Annita á Fríðríksmørk og Jenis av Rana mettu, grundgevingarnar hjá meirilutanum at vera undanførslur, tí at tey í veruleikanum ikki ynsktu at hjálpa teimum veikastu. Annita á Fríðríksmørk vísti á, at tá meirilutin velur at vraka hetta uppskotið, tí at tað ikki er skattamál, men samstundis ikki heitur á Landsstýrismannin í almannamálum, um at taka málið upp, so tykist meirilutin ikki áhugaður í at loysa trupulleikan fyri henda bólk. Hon helt tí manglandi allýsingina vera ein stóran trupulleika, ið átti at verða loystur sum skjótast. Hon spurdi eisini, um hvat samgongan ætlaði at gera fyri at fremja hesa allýsing.

Lisbeth L. Petersen vísti atfinningunum hjá Annitu á Fríðríksmørk og Bill Justinussen aftur, hon vísti á, at bólkurin einsamallur uppihaldari mátti lýsast fyrst, soleiðis at býtið varð rættvíst. Tí lóggávan skal innrættast soleiðis, at hon rakar tey, ið veruliga hava ein tørv.

 

Leitaði eftir semju

Páll á Reynatúgvu harmaðist um harða orðavalið, ið kjakið hevði verið merkt av. Hann heitti á tingið, um at arbeiða víðari og royna at finna semju í hesum málinum, sum snýr seg um tey veikastu í samfelagnum, hann var sannførdur um, at allir tingmenn hava áhuga í at hjálpa hesum bólki.

Leave a Reply

Your email address will not be published.