Claiborne rokkaði á Drop-In

Claiborne rokkaði hart og væl á spælistaðnum Drop-In mitt í Keypmannahavn, bólkurin vísti, at hann er munandi betur á konsert enn á fløgu.

Vit vóru við, tá føroyskt/danski rokkbólkurin Claiborne spældi eina konsert á spælistaðnum Drop-Inn í Kompagnistræde 34, mitt í Keypmannahavn. Rættiliga fitt av fólki var komið saman, hóast talan var eitt mikukvøld, ið ikki telist millum best umtóktu kvøld at fara í býin.

Spælistaðið, ið vanliga er stúv stúgva í vikuskiftinum, tyktist tó næstan tómligt, hóast fólk sat við flestu borðini.

 

Rokkaðu Drop-In
Konsertin gjørdist ein sera jalig uppliving. Lítli pallurin við tivoli perunum, var fyltur av kvartettini. Á konsert er bólkurin munandi betur enn á fløgu. Ikki tí, fløgan er heilt hampilig, men manglar tí orkuna, ið bólkurin hevur á konsertum. Saman við framleiðaranum Louise Nipper, ið millum annað hevur arbeitt við Carpark North, hevur Claiborn valt, eitt sera poppkent ljóð á fløguni, ið saman við teirra løgum er meira áhugavert, enn tað er gott.

 

Hetta var tó ikki galdandi á konsertini. Tá hevði bólkurin heilt aðra orku, og tónleikurin rokkaði munandi meira. Ja, teir rokkaðu so mikið væl, at eigarin kom og bað teir um at skrúva niður, aftan á tvey løg vóru spæld.

 

Ein natúrmegi
Trummuleikarin Kenneth er ein natúrmegi, ið bukar og buldrar handan trummirnar. Hann er drívmegin, ið gevur tónleikinum eitt spark í endan, langt útum pallkantin. Kemiin og innaru bondini millum limirnar eru tøtt eftir samstarv í so nógv ár, og hetta hoyrist. Teir spæla stutt sagt ordiliga væl.

 

Sjarmerandi og lætt hása røddin hjá Remi, er tó tað mest áhugaverda við bólkinum, hann er inniligur og syngur veruliga væl

 

Góð løg.
Fleiri av løgunum eru heilt góð, kanska serliga løgini Into Grace og Reach, ið eisini eru bestu løgini á fløguni. Serliga væl eydna var Into Grace, ið byrjaði við, at Remi legði fyri einsamallur, áðrenn restin av bólkinum kom við. Hetta lagið er eitt greitt boð upp á eitt komandi hitt hjá Claiborne. Ein fitt rokk ballada, ið letur røddina hjá Remi fáa ríkiligt av pláss í ljóðmyndini, og røddin er sum sagt frálík, so hetta er eitt gott hugskot.

 

Umframt hetta var eisini lagið Open Again rættiliga gott, eitt rokklag uttan ov nógv hóvasták. Meðan teirra roynd at spæla kontri á lagnum Borderline, als einki hevði við kontri at gera, men heldur minti um amerikanskar rokkbólkar sum Tesla.

 

Annarleiðis lániløg
Bólkurin skuldi spæla rættiliga leingi hetta kvøldið, og tí vóru eisini útvald lániløg á skránni, tó øll spæld í Claiborne  útgávum. Her var Unforgiven hjá Metallica kanska lagið, ið tyktist at vera mest upplagda av lániløgunum. Meðan rokkútgávur av Money, Money, Money hjá ABBA, Confide In Me hjá Kylie Minogue og Never Ending Story hjá Limahl, vóru heldur forkunnugar. ABBA lagið var meira stuttligt enn gott. Meðan bæði Confide In Me og Never Ending Story riggaðu sera væl.

 

Mangla visuellan pondus
Visuelt hevur bólkurin als ikki sama pondus sum á ljóðsíðuni. Her er serliga Remi ein trupulleiki. Hann stendur við sítt keyboard og syngur, og sær fittur út. Men hann hevur ikki serliga nógv stjørnukarisma, og kemur ikki serliga væl útum pallkantin visuelt. Hetta er synd tí røddin er góð, men hann líkist meira einum telduforritara ella verkfrøðingi enn einum rokkguði.

 

Okkurt av løgunum er heldur ikki betur enn næst best, her var kanska serliga lagið Traveller mundandi verri enn hini. Men samanumtikið vóru bæði løg og framførsla sera góð

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *