Dansitiltøk kunnu betur enn nakað annað savna føroyskar útisetar. 230 fólk vóru sostatt komin saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá kórið MPIRI skipaði fyri Føstulávintsdansi við einum sterkum kontri og vestern grýlutema.
Frásøgn

Dansur og dansitiltøk hava í nógv ár verðið sjálvt grundarlagið undir útisetalívinum hjá føroyingum í Keypmannahavn. Eini 10-15 ferð um árið letur Føroyahúsið dyrnar upp fyri føroyingum, ið bara vilja hugna sær, dansa, drekka føroyskar øl og hittast við øðrum, ið einans hava eitt til felags, tað er, at tey eru føroyingar.
Tað er ræðuligt hetta er stuttligt
I’m the Highwayman sang kanska frægasti føroyski kontrisangarin Niclas Thorsteinsson og dansigólvið fyltist á tremur við føroyingum í aldursbólkinum 20-60. “Høvdu vit verið í Føroyum, var eg ongantíð farin í kontridans, men tað er ræðuligt hetta er stuttligt!” Hesi orð átti ljóshærda gentan, ið eg ikki kendi, men sum onkur kendi, sum eg kendi. Hon sat við borðið, har eg sat og hvíldi seg eina løtu. Hon hevði dansað alt kvøldið og orðini lýstu ómetaliga væl sjálvan andan í øllum føroyskum dansitiløkum í Keypmannahavn.
Hjarta í útisetalívinum
Á Norðurbryggjuni 3 kilometrar eystanfyri Føroyhúsið verður dagliga tað fremsta innan føroyska mentan bjóða fram. Har eru tónlistarligar stórupplivingar, vakrasta og mest forkunnuga føroyska listin innan flestu listasløg. Men samanumtikið er einki, sum savnar føroyingar sum dansurin, og tí fær Bryggjan ongantíð sama pláss í útisetahjørtum sum dansistøðini hava. Í 90’árunum vóru Gimle á Islandsbrygge og Føroyahúsið á Vesterbrogade karmarnir, men eftir at Gimle var rivið niður, er einans Føroyahúsið eftir. Hetta er einki minnið enn hjarta í føroyska útisetalívinum í danska høvuðstaðnum.
Á flog tvørtur um Longubrúgv
Klokkan var níggju minuttir í miðnátt, tá hýruvognurin endiliga kom til blokk F á Oyrasundskollegiinum. Vit høvdu bíða í yvir 20 minuttir eftir bilinum og vistu, at dyrnar í Føroyahúsinum lótu aftur á miðnátt. Tí bóðu vit hýruvognsføraran um at traðka á spiitaran. Hetta tók hann sera bókstaviliga, og túrurin gjørdist ein uppliving fyri seg. Tað kendist, sum um vit flugu yvir um Longubrúgv og lendu aftur við ljóskurvarnar á Ráðhúsplássinum. Ein minutt í miðnátt bremsaði hann hart uttan fyri Video Netto á Vesterbrogade beint yvir av Føroyahúsinum. Vit sluppu í síðstu løtu inn. Í durðunum var ein duravørur við revolvarabelti og kovboyhatti, ið tók ímóti okkum við stórum smíli. Á plakatini stóð, at ikki var loyvt at hava hestin við sær, og úr salinum ljómaðu tónarnir av Johnny Cash. Hetta var eitt ordans kontriball.
Syngjandi kovboytombola
Á veg at sleppa okkum av við jakkan komu vit framvið kovboytombolanum við teimum syngjandi tombolagentunum. Fyriskipari av tiltakinum var útisetakórið MPIRI, tí kundi tílíkt, sum at keypa ein tombolaseðil lætt gerast ein sanguppliving. Dansitiltøkini hjálpa við at fíggja raksturin hja føroysku feløgnum og halda lív í feløgum sum Fótatraðk, ÍF-Føroyar, MPIRI og sjálvum Føroyahúsinum. Eisini á hendan hátt er dansurin grundarlagið undir útisetalívinum. Eini 230 fólk vóru komin saman í Føroyahúsinum hetta kvøldið, og hetta er eitt gott ískoyti til raksturin hjá MPIRI, ið aftur í ár ætlar sær at framføra bæði í Føroyum og Danmark.
Whiskeybarr í skúlastovuni
Skúlastovan á fyrstu hædd var karmur um whiskeybarr, har upprunaligi kórleiðarin og stigtakarin til MPIRI Bogi Mouritsen var barrvørur. Ikki færri enn átta sløg av góðum whiskey kundu kræsnir gómar velja ímillum. Barrin var á tremur við fólki í góðum lag. Ein, ið eg plagdi at ganga í barnagarð við sat har, hann var væl fyri av nakað nógvum dupultum 10 ára gomlum La Phroaig og rópti á meg, “Hey! Tú hann sjálvur……Jens Suni, ert tú ikki hann sjálvur í..øøø..MC..øøø..okkurt?” – Jú eingin ivi var um, at lagið í Føstulávintsdansinum var framúrskarandið.
Leindansing og Blugræss
Niðrið undir spældu The Reverends Kenny Rogers lagið “Ruby, don’t take your love to town”, durðavørurin í kovboyhattinum og nakrir av barrvørurum lupu út á gólvið, og áðrenn vit vistu av, var dansigólvið ein stór leindansing framførsla. Hetta var ordilig kontri og vestern.
Í barrini niðrið undir var føroysk ølið stóra søluvøran, men fryntliga barrkonan við í revolvarabelti seldi eisini skot av alskyns slagi.
Dansigólvið fyltist stútt, og lagið gjørdist alt betur. Við løgum hjá Johnny Cash, Garth Brooks, Kenny Rogers, Shania Twain og øllum hinum stóru kontrinøvnunum hildu The Reverends ung sum gomul á dansigólvinum, alt varð kryddað við fitt av gomlum Blugræss. Okkurt heimagjørt lag var eisini á skránni og hesi vístu, at Føroyingar veruliga hava fingið enn ein frálíkan kontribólk.
Vestmenn eru føroyskir kontri-beatlar
Hóast talan var um løg hjá nøkrum av heimsins størstu kontribólkum, var eingin ivi um, at best dámda lagið á kvøldinum var “Eg siti so eina” hjá føroysku kontri-beatlunum Vestmonnum, tá sang hvør munnur við og tað var ikki at standa fyri, soleiðis sum fólk rann fyri at sleppa á dansigólvið. Sangarin í The Reverends Niclas Thorsteinsson viðmerkti, hvussu stórfingið tað var, at meðan teir spældu her, so spældu Vestmenn í Kagganum. Eingin ivi er um, at virðingin fyri Vestmonnum er stór millum hesar ungu kontrihetjurnar.