Beach Party á Gøtusandi

Infernal broyttu Gøtusand til eina stóra dansiveitslu, har fleiri túsund fólk hoppaðu og dansaðu í takt við glaða diskotónleikin.

Talan var um eina seksutta og stuttliga konsert við nógvari orku og á tremur við fangandi poppløgum, tá Infernal fór á pallin á G! góðar tveir tímar eftir, at bólkurin skuldi havt spælt. Serliga løgini 10 miles, Kalinka og From Paris To Berlin fingu sandin at lyfta seg. Her var ikki talan um nakra stórsligna tónlistarliga uppliving, men um eina veitslu – eitt satt Beach Party.

Infernal hevur nógv ár á bakið og leveraðu eina sera kekkaða og vælsmurda framførslu. Lina og Paw stýrdu framførsluni og høvdu stóran part av áskoðarafjøldini rúndarbundnan. Tann sera seksutta og framúr gjøgnumførda koreografiin var á einum støði, ið neyvan er sædd á okkara leiðum áður. Her var talan um eina væl umhugsaða framførslu, ið gav eygunum eins nógv og oyrunum. Bæði Lina, Paw og báðar dansarinnurnar framførdu koreografiina sera væl, og skaptu ein heildarshow.

Bólkurin vísti í fleiri løgum, at tey eisini dugdu annað enn bukandi diskorútmir, her var serliga hálvfúla lagið Dressed In Blue frálíkt, eitt sera funky og feitt lag, sum tó ikki á sama hátt legði upp til dansiveitslu, hetta var eisini galdandi í nøkrum øðrum løgum, og í hesum løtum misti bólkurin takið á áskoðarum, og fleiri fóru avstað, hetta var ivaleyst orsakað av, at tað var vorðið so seint, og at kuldin hesin løtuna var eitt vet meira bítandi enn restina av festivalinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *