Myrkar søgur um lívsgleði

Búi Dam lat í ein tíma sín innara søguforteljara fáa fríar ræsur og úrslitið var ein bergtakandi uppliving

 

Meðan Budam í yvir ein tíma bergtók áhoyrararnir, fyltist Virkishúsið alsamt. Á sín heilt egna hátt vísti fyrrverandi Ivory, 200 og Deepend gittarleikarin Búi Dam sín innara søguforteljara – Hesin er inniligur og ógvisligur og tykist at hava bíða í alt ov nógv ár eftir at sleppa út.

 

Søgurnar eru mest um lívsgleði, m.a. mista lívsgleði og vaknandi lívsgleði, tó eru tær í stóran mun bæði myrkar, daprar og ógvisligar, og mest av øllum ikki fittar.

 

Bólkurin taldi Magnus Johannesen á  tangentum, Rógva á Rógvu á slagverki og tí sera sensuellu Ásu Wraae Olsen á rødd og sjálvan høvuðsmannin Búa Dam á gittara og rødd. Tey spældu eina konsert, ið tyktist nakað so øgiliga viðkomandi. Her vóru søgur um krabbamein, einsemi, deyða, missin av børnum, kynsliga samveru, um kvinnuliga kynið og mangt annað. Vit lurtaðu, klappaðu, trampaðu og livdu við, og øll vóru bergtikin.

 

Budam minnir í løtum um Nick Cave í inniligheit og um Runa T. Kidde í formi. Tú mátti lurta, hetta er ikki tónleikur, ið kann lirast av. Hetta skal spælast inniligt, og tað gjørdi Budam. Serliga stuttligt var at síggja hvussu teir báðir gomlu garparnir Magnus og Rógvi hugnaðu sær, tyktist sum um teir í hesi verkætlan veruliga hava funnið spæligleðina aftur.

 

Ása Wraae Olsen er í mínari verð eitt óskrivað blað, men tað kemst ikki uttanum, at hon í leiklutinum, sum eitt slag av fúlari álvagentu, gav Budam eitt lyft, og undirstrikaði inniligheitina í úttrykkinum.

 

Virkishúsið riggaði ófatiliga væl sum karmur um hesa framførslu, ið endaði eitt heldur blandað tónleikakvøld í Klaksvík.

Leave a Reply

Your email address will not be published.