The Story Ends mistu pippið, tá stórir trupulleikar við ljóðinum oyðiløgdu konsertina í Virkishúsinum
The Story Ends var fyrsti bólkur at fara á pallin í Virkishúsinum í Klaksvík og byrjaði sostatt Summarfestivalin 2006, hetta var eina framførsla ið eg trúgvi eg, bæði bólkur og áskoðarar kundu eins væl verið fyri uttan.
Bólkurin skuldi eftir skránni byrja kl. 18, men klokkan var nærri 19, tá The Story Ends komu til Klaksvíkar. Fólk var komið og farið og nýtt var komið til. Hvør eigur feilin, veit eg ikki, men avtalan var eftir øllum at døma, at bólkurin skuldi byrja kl. 19, meðan skráin fyri Summarfestivalin segði 18. Hetta er óheppið og irriterandi.
Tá klokkan var nakrar minuttir yvir sjey, byrjaði bólkurin endiliga at spæla. Men ljóðið var andskræmiligt. Tey ljóðkønu stríddust eitt hart stríð, men klokkan nærkaðist 19.30, áðrenn ljóðið gjørdist nøkurlundað. Tá hevði bólkurin mist pippið, og tyktist mest sum uppgevandi. Hetta klæddi illa teirra eitt sindur fandenivoldska tónleiki. Tað var ikki fyrr enn í allar síðsta lagnum, at eitt sindur av gleðini kom aftur. Bólkurin byrjaði at jamma og fjasa eitt sindur, og tyktist at hava tað stuttligt, men hetta var tíanverri stuttligari hjá teimum enn áskoðarunum.
Samanumtikið kann konsertin ikki ummælast, ljóðið var stutt sagt ov ringt. Bólkurin kann tó í ávísan mun lastast fyri ljóðið, teir hava spælt í hølunum áður, og áttu at verið komnir í betri tíð um tað var neyðugt. Her skein manglandi rutinan ígjøgnum, og vísti hvussu ungur og óroyndur hesin bólkur í veruleikanum er, hóast umstøðurnar vóru tær somu hjá hinum bólkunum, ið spældu í somu hølum, so hevði hvørki Isadora ella Budam nakrar trupulleikar. Her er annars talan um ein tann mest lovandi unga bólkin í Føroyum. Við miðvísari venjing og arbeiði við tónleikinum, kann The Story Ends við tíðini gerast ein sera góður bólkur.
One thought on “Trek byrjan á Summarfestivalin”