Kim og bólkurin, ið var mannaður av júst teimum, sum Kim vanliga hevur spælt við, spældu løg av fløguni Alt og okkurt nýtt.
Summarfestivalurin
Kim Hansen og ein útbygd útgáva av Showmonnum, sum kallaði seg Kim Hansen, spældi eina fitta, pena og góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta sinni ljóðaði risa annleggið sum ein millión.
Nógv hevur verið tosað um hetta størsta annleggið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, men fríggjadagin ljóðaði tað ongantíð veruliga so væl, sum eitt tílíkt átti. The Rasmus ljóðaði væl, men dekan ov spakuligt var frá. Men tá Alexandur Gaard Joensen stillaði seg aftan fyri knøttarnar og ljóðblandaði Kim Hansen, ljóðaði tað fantastiska væl.
Kim spældi løg av Alt fløguni, og løtan gjørdist sera hugnalig, fólk vaggaðu við og sungu við, tá løg sum Maria, Fagri flokkur, Meistarin, Løtan og Góða rungaðu um Vágsbø. Bólkurin spældi sera væl. Umframt Showmenn, var gamli Taxi keyboardleikarin Magnus Johannesen við, umframt blásararnir Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen. Tað klæddi væl sukursøtu balladunum og rock’n’roll løgunum við blásarum. Samanumtikið var konsertin ordiliga góð, og gjørdist ikki verri, tá tað slitnaði í eina løtu. Kim hevur onkursvegna havt hug til at hvørva burtur í leiklutinum, sum sangari í dansiorkestrum, og tí er tað sera hugaligt, at síggja henda frálíka sangara við Kim sangum. Eisini var serliga hugaligt, at okkurt nýtt lag hevði sníkt seg inn í skránna.