Fyri at útlendsku nøvnini skuldu sleppa á pall á Vágsbøi í sunnunáttina, sendi Atlantic Airways flogfar til Kastrup eftir teimum.
Summarfestivalurin
Klokkan var farin av tvey sunnunáttina, tá Johnny Deluxe endiliga fór á pallin á Summarfestivalinum. Men enn var stúgvandi fult av fólki á Vágsbøi. Men tað var bert við stórari vælvild frá Atlantic Airways, at gestirnir á Summarfestivalinum upplivdu hetta hæddarpunktið á festivalinum.
Vitandi um, at Shu-Bi-Dua, Johnny Deluxe og David Phelps sótu á flogvøllinum í Kastrup, meðan útvið 10.000 fólk bíðaðu eftir teimum í Klaksvík, tók Atlantic Airways eini óvanlig stig.
Eitt av flogførum felagsins stóð í Basel, har tað júst hevði fingið nýggjan motor. Ætlanin var, at flogfarið skuldi flúgva til beint Føroyar, tá líkindi vóru. Men ístaðin varð flogfarið sent til Danmarkar, eftir tónleikarunum, og øðrum viðskiftafólki. Magni Arge stjóri greiður frá.
– Vit gjørdu okkara besta! Við at taka hetta flogfarið inn, kundu vit spara 2 tímar. So vit sendu tað til Danmarkar eftir bólkunum og fyltu tað so upp við ferðafólki. So vónaðu vit, at tað fór at sleppa at seta seg í Vágum, og tað eydnaðist. Eg haldi bara, at tað er harmiligt, at Shu-Bi-Dua ikki kom við.
Shu-Bi-Dua valdi ikki at koma við flogfarinum, tí at sangarin sambært bólkinum var vorðin sjúkur, beint áðrenn farast skuldi umborð
– Tá flogfarið kom í Vágarnar vóru ikki líkindi at lenda. Hesa løtuna flugu trý flogfør uppi yvir, og hóast tað var vorðið klárt á Sørvágsfirði, lá ein hattur av mjørka yvir flogvøllinum, og líkindi vóru tí ikki at lenda. Flogførini vóru øll trý um at røkka markið við brennievni, soleiðis at tey máttu fara avstað aftur -Men so klárnaði tað knappiliga í. Løtu seinni stóðu øll trý flogfør á vøllinum, sigur Magni Arge.
Hann gleðist um, at tey kundu hjálpa Summarfestivalinum og hinum sum komu við hendan túrin. Hann vísir á, at hetta eydnaðist orsaka av stórari vælvild frá starvsfólkinum hjá Atlantic Airways, og hann sigur, at hann kendi veruliga á starvsfólkinum, at tey vildu hjálpa, so at hetta skuldi eydnast.
– Roger Hodgson hevði flogið 36 tímar, áðrenn hann lendi í Vágum, og tá vóru bert fáir tímar til, hann skuldi avstað aftur, og tí varð tyrlumanningin kallað til arbeiðis, og Hodgson varð flogin úr Vágum til Klaksvíkar.
Magni Arge sigur, at hann er glaður um, at hetta eydnaðist, men sigur seg tó vera harman um, at hann sjálvur ikki fekk verið á festivalinum, men mátti vera á flogvøllinum allan dagin.