Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.
Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini havt á loftið, at onkur av teimum eldru forðaðu fyri, at tey ungu sluppu framat. Á ovastevnuni leygardagin, vóru ljóðførini løgd til síðis, og teir gomlu møttu teimum yngru í einum braki av einum fótbóltsdysti. 12-6 gjørdist endaliga støðan, tá unga fótbóltselitan innan tónleik basti gomlu gubbunum í tí fyrstu tónleikarar undir tretivu móti tónleikarum yvir tretivu kappingini.
Hóast tónleikarar yvir tretivu høvdu so miklar menn, sum Terja Rasmussen, Hans Petur í Brekkunum og Anfinn Nielsen á liðnum, so megnaði liðið lítið ímóti monnum sum Mikael Blak, Rúna Højgaard, Kristian í Vági og blendandi góða Róki Jákupsson Jakobsen, ið við einum hattrikki í hvørjum hálvleiki, gjørdist toppskjútti í málrika dystinum.

Vit fingu orð á Rók eftir dystin. Hann var sera vælnøgdur við bæði sítt egna spæl og við liðið. Hann metti fremstu orsøk til sigurin vera skjótleikin hjá unga liðnum.
Hann sá tað eisini sum ein greiðan fyrimun hjá yngru leikarunum, at fyrireikararnir høvdu gloymt at skipa fyri farti av Rituni niðan til vøllin.
– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.
Rókur sigur, at ætlanir eru um, at tílíkar kappingar skulu haldast javnan, men ivast í, at veruligur spenningur kemur í fyrstu árini.
– Eg meti at við stórsigrinum í dag, so hava vit prógva, at tað verður ikki fyribils, at tónleikarar yvir tretivu klára at basa okkum yngru. Men eg meti tó, liðið yvir tretivu at vera stórfavorittar at vinna um trý ár, sigur 27 ára gamli Rókur.
Eitt sindur av spenningi var um at koma í dystin, tá eitt heldur ivasamt brotsspark varð dømt móti Róki. fyri hond á bóltin. Støðan hendi, tá Rúni Højgaard í yngra málinum hevði eina av nógvum góðum bjargingum, og bólturin stakk upp í albogan hjá Róki.
– Eg meti ikki at ein dómari sum Kim Milton hevði dømt brotsspark í hasi støðuni, segði Rókur.
Brotssparkið varð tó dømt og Terji Rasmussen settur at taka. Terji hevði eitt frálíkt skot heilt úti við stongina, men Rúni bjargaði sera sannførandi, og eftir hetta var eingin veruligur ivi um sigurin. Rúni spældi somikið væl allan dystin, at fyrrverandi HB og AB málverjin, sambært okkara heimildarfólki, átti at verið eitt gott boð uppá ein nýggjan landsliðsmálverja.
Bestu detaljuna átti Mikael Blak, tá hann við einum saksasparki økti um munin. Hetta mál var sambært heimildarfólki okkara í Nólsoy somikið flott, at Zuma hevði verið øvundsjúkur.
Lið yvir 30: Ingi Isaksen, Terji Rasmussen, Karl Martin Samuelsen, Jan McIntosh. Anfinn Nielsen (málmaður), Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvíg og Brandur Jacobsen,
Lið undir 30: Kristian í Vági, Hergeir Staksberg, Sveinur Gaard Olsen, Heri Reynheim, Uni Debess (venjari). Rókur Jákupsson Jakobsen, Rúni Højgaard(málmaður), Rói Christiansen og Mikael Blak