Meðan fyrireikararnir av Prix Føroyum umhugsa at kippa tiltakið, so hava álendingar í ár á fyrsta sinnið skipað fyri stórari tónleikakapping, ið eitur musik.ax og sum byggir á royndirnar við Prix Føroyum.
Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra kappping.
Tað er Nordens Institutt saman við álendsku landspartastjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi. Musik.ax var skipað við innleiðandi umførum trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai.
Bólkarnir kappaðust um vinningar, ið mintu nógv um Prix Føroyar vinningarnar. Høvuðsvinningurin var tíð í upptøkuhøli uttan fyri Áland, av øðrum vinningum kunnu nevnast tvær konsertir í Føroyum. Harumframt vóru umboð fyri festivalar í Norðanlondum til musik.ax.
Á einum øki breyt hendan kapping nógv frá føroysku systirkappingini. Skipað varð fyri tónleika verkstøðum, har bólkar og einstaklingar vórðu vegleiddir og fingu lagt lag á framførslu og annað, hetta varð gjørt longu áðrenn innleiðandi umførini.