Við Teiti og Eivør er fokus byrjað at verða sett á føroyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Danmark, og eg merki á mínum starvsfeløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi, tí er hetta eitt sera óheppið tíðspunkt, at lata besta sýnisgluggan hjá føroyskum tónleiki aftur, sigur danski plátufelagstjórin Jens Ove Friis.
Jens Ove Friis er stjóri í plátufelagnum RecArt Music. Hann hevur síðan Prix Føroyar finaluna í 1999 vitjað sum dómari, og hann sigur, at sjálvt um fyrireikararnir ikki høvdu bjóðað honum sum dómara til eitt komandi Prix, so hevði hann álíkavæl farið til Føroyar í sambandi við prixið og um hann so skuldið goldið fyri at sloppið inn.
Ein gluggi til føroyska tónleikalívið
– Fyri okkum uttanlands er Prix Føroyar ein gluggi inn til føroyska tónleikalívið. Vit fáa á ein lættan hátt yvirblikk yvir tað, ið hendur á føroyska tónleikapallinum. Hetta er gull vert fyri okkum. Tí hevði eg veruliga verið keddur, um Prix Føroyar gavst, og hetta hevði verið ein stórur missur fyri føroyska tónleikalívið, sigur Jens Ove Friis.
– Eg havi vitjað ymisk onnur tiltøk í Føroyum, eitt nú G!Festivalin. Men hesi tiltøk geva okkum ikki somu mynd av tí nýggja og spennandi, sum prixið gevur. Á festivalunum er meira talan um tey, ið longu eru sprottin. Ein festivalur kann ikki á sama hátt vísa okkum tað, sum vit í ídnaðinum leita eftir. Tit skulu heldur ikki gloyma, at Prix Føroyar er kanska týdningarmesti liðurin í føðiketuni hjá festivalunum og at kuta hendan burtur hevði verið ein fatalur brølari, fyri føroyska tónleikalívið, sigur Jens Ove Friis og heldur fram:
Burturvið at gevast júst nú
– Eg síggi Prix Føroyar sum eina messu, eitt sindur á sama hátt sum Spot Festivalurin í Århus. Eitt stað har framtíðin og nýggjasti parturin av nútíðin verður sýndur fram, og hetta er tað, ið er áhugavert fyri tónleikavinnuna.
– Tað hevði eisini verið ómetaliga ergriligt, um man valdi at gevast júst nú. Við Teiti og Eivør er fokus byrja at verða sett á føroyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Danmark, og eg merki á mínum starvsfeløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi. Vit upplivdu tað sama í Danmark við Aqua, uttan nakra samanbering annars. Tá tey gjørdust heimskend, byrjaði umheimurin at geva donskum tónleiki ans. Her er Prix Føroyar heilt rætti sýnisgluggin, og tað tykist tí burturvið at lata hann aftur nú, sigur Jens Ove Friis.
Prixið er vorðið professionellari
Jens Ove Friis er annars væl nøgdur við tær broytingarnar, ið Prix Føroyar hevur verið ígjøgnum síðan 1999.
– Eg haldi, at Prix Føroyar er farið frá at vera ein hugnalig eitt sindur bygdakend føroysk kapping til eitt show, ið hevur altjóða dám. Sjálvandi eru tað ting, ið kundu verið broytt. Eftir AME seinast bað Fróði okkum, ið vóru gestir um at senda honum viðmerkingar. Eg sendi honum ein langan mail við hugskotum. M.a haldi eg, at man í nógv størri mun, átti at tikið býarlívið í Havnini við í tiltakið. Tá man hevur savnað so nógvar útlendingar í Føroyum, átti man at nýtt høvið til at vísa nøkur onnur nøvn fram. Eitt nú bólkar, ið eru vrakaðir í innleiðandi umførum, teir kunnu í veruleikanum vera júst tað, ið vit leita eftir. Her áttu tildømis pallpassini hjá útlendsku gestunum givið atgongd til tónleikatiltøk kring allan býin. Soleiðis at AME umfataði alla Havnina alt vikuskiftið, greiður Jens Ove Friis frá.
Sjálvt AME tiltakið helt Jens Ove Friis annars rigga sera væl, tí fyri hann hevur kappingarelemtið ongantíð verið tað týdningarmiklasta.
– Kappingin hevur skapt ein ávísan spenning, og er gott fyri áskoðararnir, men tað er ikki tað týdningarmiklasta fyri okkum, ið vilja hava eina mynd av hvussu føroyski tónleikapallurin sær út, greiður hann frá.
Kanska bert ein samandrátt
– Viðvíkjandi sjónvarpinum, so dugi eg at síggja, at núverandi leistur kann vera ein trupulleiki, sjónvarp er fiktión og er ikki altíð líka væl egnað til at vísa veruleikan. Kanska skuldi sjónvarpið ístaðin fyri at senda alt beinleiðis, sent ein samandrátt kvøldið eftir, við einum lagi við hvørjum bólki, sigur Jens Ove Friis.
Prix Føroyar er ein orsøk til at fara til Føroyar
At enda spurdu vit Jens Ove Friis, hvørt hann kundi ímynda sær, um hann hevði valt at fari til onnur tiltø fyri at hildið á við at hava innlit í føroyskan tónleik, um Prix Føroyar varð tikið av skránni.
– Ja, í ein ávísan mun, men eg hevði ikki farið upp bara til ein festival ella okkurt tílíkt. So skuldi tað passað saman við onkrum øðrum eisini. Festivalar og annað líkjast nógv tí, ið vit síggja í Danmark, og kunnu ikki á sama hátt geva mær yvirblikkið, so tí eru teir ikki á sama hátt sum Prix Føroyar ein orsøk at fara til Føroyar.