Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze og Go Go Blues í felag? Allir hava teir vunnið Prix Føroyar og eingin av bólkunum er til longur. Einasti bólkur, ið higartil hevur yvirlivað sigurin í Prix Føroyum er vinnarin í 2003 Gestir. Bólkurin hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og tykist raknaður við aftur eftir eitt heldur stilt tíðarskeið.
Tað er ikki so, at allir bólkarnir eru givnir beint eftir Prix Føroyar sigurin, Moirae gav tvær fløgur út, áðrenn bólkurin gavst nøkur ár seinni, Mark No Limits, Taxi og Clickhaze góvu hvør sína EP út og spældu rættiliga fitt bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini fyribils seinasti Prix Føroyar vinnarin Go Go Blues er nú dottin niður fyri, tó so bólkurin hevur síðan Prixsigurin givið aðru fløguna hjá sær út, umframt at hann hevur verið sera virkin bæði innan- og uttanlands. Eingin av hesum fimm bólkunum hevur havt nakað langt lív, Moirae var tann bólkurin, ið helt longst og var til í beint yvir trý ár eftir sigurin. Gestir vunnu í 2003, tá var bólkurin heilt nýggjur, so hesin bólkur er heldur ikki nakar gamal bólkur enn. Men tað er greitt, at fyri hvønn dag bólkurin er til, skrivar hann Prix Føroyar søgu, við bara at vera, tí hann hevur nú yvirlivað longur enn Moirae gjørdi.