Í sambandi við eitt av undanumførunum í Prix Føroyum 2003 lýsti formaðurin í Føroya Undirhaldstónleikarafelag Kaj Johannesen tað, ið hendir á føroyska tónleikapallinum, tá Prix Føroyar er, sum eitt slag at grindamentaliteti.
Nógvir bólkar liggja í dvala til onkur rópar PRIX FØROYAR, og so leypa menn upp skóleysir og venja sum eitt ørt, til Prix Føroyar er liðugt, so er aftur stilt í tvey ár. Hetta er ein sera beinrakin lýsing, og eingini ivi er um, at nógvir bólkar bert vakna í sambandi við Prix Føroyar og detta síðan niður fyri, eisini eru nógvir bólkar stovnaðir til hesa kapping. Tó vísir tað seg, at hóast fleiri bólkar, ið hava henda grindamentalitet eru komnir í finaluna, hevur eingin av hesum bólkum vunnið Prix Føroyar. Allir Prix vinnararnir hava verið rættiliga virknir bólkar frammanundan Prix Føroyar. Gestir vóru tó ein rættiliga nýggjur bólkur, hevði einans 3 mánaðir á baki, tá hann fór á pall í Prix Føroyum. Men bólkurin varð ikki stovnaður í sambandi við Prix Føroyar.