Prix Føroyar fari í søguna?

Hvat hava Moirae, Mark No Limits, Taxi, Clickhaze, Gestir og Go Go Blues til felags? Jú, hetta eru bólkarnir sum hava drigið tað longsta stráið í Prix Føroyar finalum. Í hesum døgum fellur avgerð um, hesir seks bólkar fara í søguna sum teir einastu, ið hava vunnið hesa forkunnugu kapping. Í krókum verður tutlað um, at Prix Føroyar er farið í søguna. Spell, siga summi – onnur siga at tað er uppá tíðina.

 

Niels Uni Dam og Rókur Jákupsson Jakobsen

 

Men hvat er hent? Prix Føroyar hevur síðan 1995 verið tann stóri sýnisgluggin hjá ókendum bólkum, og tann ultimativa gularótin hjá teimum meiri etableraðu bólkunum. Hví umhugsar man nú at jarða hetta tiltak? Jú, onkur metur at teir privatu pallarnir so sum festivalar og tiltøk sum GBOB & Planet Awards hava yvirtikið leiklutin, sum tann stóri sýnisgluggin. Tað er tó eingin loyna, at einki av hesum tiltøkum hevur eins nógvan áhuga millum útlendsk plátufeløg, fyriskiparar og miðlar sum Prix Føroyar hevur.

 

Summi vilja vera við, at bólkar í dag ikki marknaðarføra seg, sum bólkar gjørdu fyri fáum árum síðan. Við alnetinum kunnu bólkar gera sær profilar á eitt nú www.myspace.com, har ið ókendir sum kendir bólkar sýna sín tónleik fram. Og tískil er tað kanska ikki so alneyðugt, at hava eitt tiltak, sum vísir teir føroysku bólkarnar fram.

 

Kom inn í stovuna hjá øllum føroyingum
Men lat tað vera sagt beinanvegin, at týdningurin á teimum undanfarnu Prix Føroyar kappingunum ikki má undirmetast. Prix Føroyar loyvdi tí føroyska tónleikinum inn í stovurnar hjá øllum føroyingum umvegis sjónvarpið og útvarpið, og fokus varð sett á bólkarnar. Knappliga vistu flestu føroyingar hvørjir bólkarnir vóru og vistu, hvat ið bólkurin stóð fyri. Av tí stóra áhuganum fólkaliga fyri Prix Føroyum, vóru fjølmiðlar skjótir at blandað seg í stríðið um at hava tær størstu og bestu lýsingar av tiltakinum, og hetta setti ein spennandi dám á tann føroyska tónleikapallin.

 

Broytingar skaptu rok
Sjónvarpið og útvarpið luttóku eisini í fyriskipanini, og seinnu árini eru nógvar broytingar hendar, ið hesir miðlar tykjast at hava staðið aftan fyri. Í eini roynd at gera tiltakið til betri Sjónvarp, eru broytingar hendar í avvikling og reglugerðum.

 

Hetta hevur ikki í øllum førum spælt friðarliga av. Eitt nú vóru í 2003 kreppufundir millum umboð fyri finalubólkarnar og fyriskipararnar, eftir at dømingin av finaluni varð broytt. Partarnir komu ásamt um eina loysn, ið øll kundu liva við og hóttanir um ikki at luttaka vórðu tiknar aftur.

 

Men hetta var ikki fyrstu ferð, at kreppufundir skuldu til, fyri at fáa avvikla eina Prix Føroyar finalu. Í 1999 mundi verkfall í sjónvarpinum og útvarpinum beint fyri Prix Føroyar finaluni. Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Norðurlandahúsið hildu tó fast í, at finalan varð hildin til ætlaða tíð við ella uttan sjónvarpi og útvarpi. Lukkutíð varð verkfallið av nóg tíðliga, og alt Føroya fólk kundi tí fylgja við í finaluni.

 

Ivi um dømingina
Frá fyrsta degi hevur nógv kjak verið um úrslitini. Tað munnu vera fá undanumfør, har ið friður hevur valdað aftaná at úrslitið er kunngjørt. Altíð eru nøkur og ofta nógv, sum hava verið ósamd við dømingini. Ofta hevur eitt beinleiðis misálit til dugnaskapin hjá dómarunum valdað. Hetta kemst helst av avgerðini hjá fyrireikarunum at halda nøvnini hjá dómarunum duld. Tankin “hvussu kunnu vit líta á ein dómarabólk, sum ikki kann koma til sjóndar og grundgeva fyri síni døming?” hevur verið vanligur.

 

Vit vilja við hesum ikki sáa iva um dugnaskapin hjá dómsnevndini, men staðfesta bert tað, at við at dylja nøvnini á dómarunum, biður kappingin um trupulleikar. Tað er heldur eingin ivi um, at nógva kjakið og sterku kenslurnar viðvíkjandi Prix Føroyum eru bygdar á stóra áhugan og kærleikan fyri tiltakinum millum fólk.

 

Ikki tí, dómarnir høvdu nøkur konkret økir sum teir skuldu døma við eini karakterskipan frá 0 til 5.

 

Eisini vóru hesi økir ofta havd á loftið. Summi vildu vera við, at økini løgdu størri dent á handverkið enn tað listarliga elementið, og harvið jarðaði alt tað nýggja og “fríska” við tónleikinum.

 

Fyrstu árini var eisini nógv kjak um áskoðaraatkvøðurnar, og tað er eingin ivi um, at lokalpatriotisma sendi fleiri bólkar í Prix Føroyar finaluna, ið einki høvdu at gera har. Hetta varð tó broytt, og síðan 1999 hava áskoðararnir ikki luttikið í dømingini í innleiðandi umførunum.

 

Áhugin var ovurstórur
Hóast nógvar atfinningar, so hevur Prix Føroyar verið tað, sum øll tónleikaáhugaði í Føroyum gleddu seg til. Alt tónleikalívið í landinum hevur verið í sonnum blóma rundanum tiltakið. Nýggir bólkar hava stungið seg upp, nýggjur tónleikur er skrivaður, og øll hava fingið høvið at kappast á jøvnum føti.

 

Bólkarnir hava vunnið sær fjepparar, og tónleikurin er fluttur úr venjingarhølinum og uppá ein stóran pall. Hetta eru alt sera jalig árin.

 

Ein serligur dámur yvir prixnum
Tað hevur  altíð verið ein serligur dámur yvir prixnum. Tað er sera sjarmerandi at fylgja við prixnum – kanska serliga tá ið tað ferðaðist kring landið. Tað er ikki oftari enn so, at rokkkonsertir verða hildnar í Miðvági, á Sandi ella á Strondum. Eitt slíkt ferðandi tiltak gav íblástur til nógvan ungdóm, og tónleikurin rakk enn longur út. Fyri mong var tað ein stórur missur, tá ið fyrireikararnir valdu at halda øll undanumførini á sama staðið. Hinvegin vóru tað eisini mong, sum gleddust yvir hetta, tí umstøðurnar fyri tónleikin gjørdust munandi betur, og áskoðaratalið vaks munandi.

 

Lata fólk koma til orðanna
Hvussu er og ikki, so hevur Prix Føroyar eina stolta søgu aftanfyri seg. Um tað ikki var fyri prixnum, hevði tónlistarliga landslagið sæð sera øðrvísi út í Føroyum. Vit skulu ikki her taka støðu til um Prix Føroyar eigur at halda fram ella ikki, men á komandi síðunum, hava vit tosað við fólk, ið á onkran hátt eru vorðin rørd av prixnum, og latið tey borið fram sína meining um tiltakið, ið hevur savnað so nógvar føroyingar um tónleik, og sum hevur givið okkum so nógva nýggja føroyska mentan.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *