Guðrun og Guðrun gera um seg á heimsmarknaðinum

Gomlu stjørnumynstrini í nýggjari útgávu hava gjørt Guðruna og Guðruna til eitt sterkt brand, ið ger um seg í Tokyo, Milano og París, í síðstu viku gjørdu føroysku sniðini innrás í London.

 

Funky Faroe Islands

 

Guðrun Ludvíg, ið er kreativa helvtin av Guðruni og Guðruni, var væl nøgd við Funky Faroe Islands tiltakið, ið hon helt vera sera professionelt fyriskipað.

 

– Hetta eigur Annleyg á Menningarstovuni at fáa rós fyri, segði Guðrun og helt fram:

 

– Týsdagurin var góður, og eg fekk váttað, at vit eru á rættari leið. Tey við pallborðið prátaðu um at fáa sær ein partnara, ið tók sær av teimum pørtunum av virkseminum, sum ikki hevði við design at gera, og hetta er akkurát tað, sum eg og Guðrun gera. Hin Guðrun fer nú upp til at arbeiða fulla tíð við okkara virksemi.

 

Guðrun Ludvíg kom til Funky Faroe Island í London beinleiðis úr París, har hon hevði sýnt fram á Tranoi, ið er tann viktigasta messan á Paris Fashion Week. Fyri at sleppa við skal eitt upptøkupanel velja teg. Harafturat er messan sera dýr at luttaka á. Men fyri Guðrun og Guðrun er hetta eitt natúrligt stig.

 

– Tranoi er ein ordiliga góð messa við ordiligum flow yvir sær. Har koma teir heilt røttu keypararnir, og tað er týdningarmikið hjá okkum at vísa andlit, greiður Guðrun frá.

 

Guðrun og Guðrun er vorðið eitt sterkt brand, og heimsmarknaðurin er komin við. Hetta sást til dømis í nýggjastu italsku útgávuni av Vogue, har sniðini hjá Guðruni og Guðruni verða víst fram. Hetta er eitt sera týdningarmikið blað, sum altíð er útselt og týdningurin av at verða víst fram í hesum blaðið, eigur ikki at undirmetast.

 

– Eg var sjálv í Milano í sambandi við hetta, og tað er øgiliga stuttligt, at sleppa við í eitt sovorðið blað, sigur Guðrun.

 

Størsti marknaðurin hjá Guðruni og Guðruni er í Japan. Tey stóru mótahúsini í Japan hava tikið Guðrun og Guðrun til sín og eru imponeraði av at Føroyar finnast og yvir, at vørurnar allar eru hondbundnar.

 

– Vit hava í løtuni 12 bindikonur, men hava trupult við at fylgja við eftirspurninginum. Tað krevst nógv av bindikonunum, tær skulu allar binda líka, og duga at halda deadline. Tær eru sera týdningarmiklar fyri okkum og eiga ikki at verða gloymdar, sigur Guðrun.

 

Á mótasýningini í London vístu Guðrun og Guðrun fram eitt bland av summar- og vetrarvørum.

 

– Hetta var fyri at vísa okkara bílæt – hvat tað er sum vit hava at bjóða. Men okkara sterkasta síða er vetur. Vit arbeiða við tí løttu fløtu bindingini. Míni snið byggja á tey gomlu føroysku mynstrini. Eg taki gamla stjørnumynstrið og geri eina nýggja dagførda útgávu av tí, og hetta vekir ans uttanlands. Á Tranoi messuni í París var nógv diskussión um stjørnutroyggjurnar, greiðir Guðrun frá.

 

Føroyski marknaðurin er spakuliga eisini komin við, og hetta gleðir Guðruna.

 

– Í byrjanini, tyktist fólk at hugsa, hatta kunnu vit binda sjálvi, og tí vildu tey ikki keypa okkara troyggjur. Men hetta er broytt eitt sindur. Eg upplivdi tildømis, at ein kona og dóttur hennara komu inn og keyptu eina stjørnutroyggju. Mamman hevði boðið dóttrini, at hon kundi binda henni troyggjuna, men dótturin vildi hava eina originala Guðrun og Guðrun troyggju. Tá hugsaði eg YES!

 

– Vit mangla altíð dugnaligar bindikonur og við vaksandi eftirspurninginum mugu fleiri koma til. Vit hava roynt at tosa við skúlarnar um at fáa binding inn aftur í skúlagongdina, soleiðis at hetta handverkið ikki dettur niður fyri, sigur Guðrun.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *