Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Flemming og bólkur hansara í gjárkvøldið bjóðaðu til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tá Flemming og bólkurin hansara í gjárkvøldið skipaðu fyri tiltakið í Miðlahúsinum, var talan um meira enn bert eina vanliga konsert. Tiltakið var eitt bland av film- og myndaframvísing hjá Flemmingi, tónleiki og frásøgnum, serliga frásøgnum um lívið hjá Flemmingi millum Achéindianararnar.
Tónleikurin er rættiliga føroyskur í tí. Hetta eyðkenda slagið av bygdasligum blandi av blús, kontri og fólka rokki, sum veruliga rakar føroysku fólkasálina mitt í hjarta. Tó skal sigast, at hesin tónleikur vanliga ikki altíð hevur so góðar treytir. Ofta er hann illa spældur og sungin, men við einum bólki við nøkrum av okkara bestu tónleikarum, gav Flemming hesum tónleikinum veingir og skapti eina serliga, hugnaliga og fyrst og fremst erliga tónleikaløtu.
Fólk tyktist at hugna sær, og hølini vóru á tremur við hugna hesa løtuna. Við sær hevði Flemming tónleikararnir, ið eisini eru á fløguni hjá honum. M.a. sonin og gittarúrmælingin Benjamin Petersen. Á trummum var Brandur Jacobsen, á bassi Arnold Ludvig, á trompet Ólavur Olsen og á tangentum Gunnar Guttesen. Eisini vóru tveir gestatónleikarar, ið fóru á pallin í summum løgum. Regin Jacobsen á harmoniku og frálíka Guðrið Hansen, ið sang saman við Flemming. Røddin hjá Guðrið var sum vant ein sonn frægd at hoyra.
Tónleikurin, ið tey spældu var løgini av fløguni hjá Flemming, Knúsandi Løgur. Hetta er eitt sindur hilla-di-hey, men nakað av tí besta hilla-di-heynum, ið er gjørt í Føroyum.