Rættiliga fitta av fólki var komið saman í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Kyndil skipaði fyri árligu Nýggjárskonsertini. Tónleikurin var góður, men áhugin fyri honum var lítil.
Sic, The Story Ends, 200 og The Dreams her var talan um 4 av mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men ikki fyri áskoðarafjøldina, ið nærum einans taldi ung fólk, sera ung fólk. Onkur hendinga áskoðari mundi vera yvir 18 ár, men hesir kundu teljast á einari hond. Tað var eingin ivi um, at høvuðsendamálið hjá teimum flestu var at blíva full, sera full sera skjótt og hetta eydnaðist til fulnar.
Longu áðrenn fyrsti bólkurin var farin av pallinum vóru fyrstu fólkini avdottin, eitt par var í ferð við at fáa sær eitt lítið upp ímóti einum veggi, og fyrstu buldrini av fýrverkið høvdu ljóðað í høllini.
Bólkarnir framførdu allir sera væl, men tað var fyrst og fremst plátuvendarin DJ Switch, ið fylti gólvið. Fýrverkið merkti sum vant konsertina, men talan var bert um ein ótanga, hesin var lukkutíð ikki av teimum gløggastu. Hann sat aftan fyri ein stólpa uppi móti vegginum og kastaði fýrverk niður á sama stað á hallargólvinum, tí var lætt hjá vaktarfólkinum at finna hann. Rættiliga harðliga varð hann drigin út og smitaður fyri dyr.
Sic spældi útum pallkantin
Frálíka framførslan hjá Sic var í heimsflokki og savnaði ein tættan lítlan skara av trúføstum Sic-høvdum framman fyri pallin. Hesi hugnaðu sær væl, men millum størsta partin av áskoðarunum var eingin áhugi, enntá var tað onkur, ið vísti sína ónøgd við tunga og harða rokkin, við at venda tummilin niðureftir og rópa ókvæmisorð eftir teimum. Hetta tók tó einki frá framførsluni. Oddamaðurin Mikkjal G. Hansen var sum altíð ein orkubumba og hansara inniligheit er nærum ófatilig. Tó kundi man væl livað við tí, um hann valdi at tiga millum løgini, tí hansara viðmerkingar eru satt at siga flatar. Men meðan tónleikurin buldraði fyltu rødd og persónligheit pallin heilt út og komu langt út um pallkantin. Tað gjørdi restin Sic eisini, bólkurin gav seg 200% og veggurin av ljóði rakti teg hart í andlitið. Har var eingin møguleiki fyri at vera líkaglaður, antin dámdi tú tað ella ikki.
Ljóðið var sum heild gott, tó kundi tað vera eitt sindur ringt á at skyna ymisku ljóðførini, og ljóðmyndin var eitt sindur runut í støðum. Men hetta er ofta vandin við hesum slagi av tónleiki. Serliga trupult er at fáa gott ljóð í eini høll sum hesi, har ljóðið slær aftur. Eisini vóru trupulleikar við ljóðinum í tí eina gittaranum og hetta kendist eitt sindur forstýrandið.
Tað var tó lekkurt at uppliva, at Kyndil hevði brúkt pening upp á ljós og ljóð. Tí hesin parturin var veruliga góður í ár. Ljósmaðurin skapti alt kvøldið vakrar pallmyndir og hetta gav framførslunum ein professionellan dám.
Orsaka at vit eru til
The Story Ends var næsti bólkur á pallin, og nú vóru uppaftur fleiri fólk inni í høllini. Eg havi tað eitt sindur trupult við The Story Ends. Havi ummælt bólkin rættiliga ofta, og niðurstøðan er altíð tann sama, at hetta er ein lovandi bólkur. Hetta, at The Story Ends er ein lovandi bólkur, kann ikki setast spurnartekin við. Teir eiga nøkur sera fangandi løg, men bólkurin útstrálaði eina sera ósjarmerandi blanding av tveimum so ólíkum kenslum sum líkasælu og fjáltri. Limirnir í bólkinum eru ungir, og hava eina spennandi framtíð frammanfyri sær. Tað er ivaleyst tí, at bólkurin somikið skjótt er vorðin eitt so stórt navn, at man krevur dekan ov nógv av so óroyndum monnum. Sangarin er ein vakur ungur maður við góðari rødd, hann hevur eina natúrliga fangandi útstráling, men virkaði sera ótryggur millum sangirnar, og hansara tóma “Takk fyri!” millum hvørt lag, ljóðaði meira sum orsaka vit eru til, enn nakað annað. Alt bleiv eitt sindur innanhýsis kent. Limirnir stóðu og smáprátaðu millum løgini og sóu veruliga ikki út til at hugna sær. Hetta var bara eitt sindur for ótjekka. Tað slagið av rokki, sum The Story Ends spælir verður vanliga spældur við nógvum sjálvsáliti, men hetta sjálvsálit hevði The Story Ends ikki. Hetta gjørdi, at bólkurin als ikki megnaði at koma útum pallkantin. Áskoðararnir mistu skjótt áhugan, og hetta hjálpti ikki upp á sjálvsálitið. Teirra fjepparaskarði var uppaftur minnið enn tann hjá Sic, so fjøldin var rættiliga spjødd framman fyri pallin. Tó so, nøkur av kendaru løgunum hjá bólkinum fingu fólk út á dansigólvið. Bólkurin spældi væl, ljóðið var uppaftur betur enn hjá Sic, ljósið sá gott út og løgini vóru góð, men yvirskotið manglaði.
Musclemanblað fekk lív í
200 savnaði eitt sindur fleiri framman fyri pallin enn bólkarnir, ið høvdu spælt frammanundan. Serliga var gott lív í tá hittið Musclemanblað og onnur kend løg vóru spæld. Í Musclemanblað var teksturin eitt sindur broyttur, soleiðis at hann passaði betur til aktuella málið um 266b. Kjakið um 266b fekk sum heild stórt pláss í framførsluni. Lagið MF666 um atkvøðurnar hjá Miðflokkinum við síðsta val, hevði broytt navn og æt nú Miðflokkurin 266b, kjakið um rættindi teirra samkyndu fyllur nógv á aktuellu fløguni hjá bólkinum og løg sum Mogghøvd og Talibanar viðgjørdu hetta mál.
200 stillaði upp í eini beinari røð, soleiðis at trummusettið stóð fremst á pallinum mitt fyri. So stóðu Niels Arge Galán við gittara sínum á høgru lið trummuleikarans og Mikael Blak á vinstru lið við bassinum. Hetta gav myndina av einum bólki, har allir limirnir vera settir líkað, men samstundis tekur hetta eitt sindur frá Niels Arge Galán, ið fyrr hevur verið sterki og einasti oddamaðurin í bólkinum.
Niels hevði sum vanligt fleiri heilt sterkar útsagnir, millum annað í presentatiónini av lagnum Mentanarimperialisma:
– Føroyar eru danskar sum inn í helviti! Gjøgnumsúrgaðar av mentanarimperialismu: Fleskasteik við reyðkál, lurta eftir fucking Shu-Bi-Dua og eta hakkibúff!
Hæddarpunktini hjá 200 vóru Musclemanblað, Tunnilsvisión, Graceland og Drotningavitjan. Meðan Sig ikki nei Kaj fekk fólkið at syngja við.
The Dreams spældu til dans
Tað skerst ikki burtur, at tað var ikki fyrr enn hittshowið hjá The Dreams fór í gongd, at ordiliga gott lív kom í fjøldina. Við einans einum heimagjørdum lagi, tyktist konsertin hjá The Dreams at raka áhoyraran betur enn nakar av hinum bólkunum gjørdi. Vanligu tulkingarnar av føroyskum klassikarum vóru kryddaðar við tulkingum útlendskum klassikarum sum I Believe I Can Fly hjá R. Kelly, Summer Of 69 hjá Bryan Adams, Shape Of My Heart hjá Backstreet Boys, Cotton Fields hjá Credence Clearwater Revival og tveimum løgum hjá Blink 182, All The Small Things og Girl At The Rock Show. Hesi bæði løg passaðu væl til skránna hjá The Dreams, tí Blink 182 má nokk metast at vera altjóða útgávan av føroysk bólkinum.
Einasta heimagjørda lagið hjá The Dreams á kvøldinum var Lumpaður frá tíðini, tá bólkurin æt Zink. Lagið er eitt slag av kultklassikara og sera fangandi. Tí passaði tað væl inn í heildina.
The Dreams spældu væl og nýggjasti limurin í bólkinum gittarleikarin Heini Gilstón Corfitz Andersen er eitt ótrúligt pluss fyri bólkin. Hann er ein orkubumba og riggar væl inn í heildina. Hansara stóra útstráling ger hann beinanvegin til ein miðdepil í framførsluni. Hann er vanur at vera oddamaður í Paradox, og í The Dreams er eingin greiður oddamaður frammanundan, Swardi og Fist eru vanliga báðir í fokus og nú eru teir tríggir.
Fólk tyktist væl við meðan The Dreams spældi. Bæði útlendsku løgini og løg sum Sjeikurin, Sirkus Tinganes, Forelskaður Sjónleikari, Til allar vinir, Sasa Sa, Sa og Nummar fingu veruligt lív í. Men sum ummælari stóð eg meira við eini kenslu av, at vera í dans enn at vera til konsert. Hetta er ikki meint sum ein kritikkur, men bara ein staðfesting av, at fyrireikararnir av Nýggjárskonsertini áttu at endurhugsað konseptið, og heldur skipa fyri einum tiltakið, ið er meira av tí slagnum, sum The Dreams umboðaði. Tónleikur at dansa og syngja við til, tónleikur at detta av til og tónleikur til at fáa sær eitt nýggjársfríggj til, tí Nýggjárskonsertin er eitt ball fyri tey yngstu.
2 thoughts on “Nýggjárskonsertin 2006 – Lítil áhugi fyri tónleikinum”