Hóast Jan Højgaard m.a. í lesarabrævi skrivar, at aðalstýrini eru nyttuleys, so heldur hann ikki, at hetta er ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild.
Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard vísir aftur, at hansara lesarabræv 10. januar var meint sum ein atfinning móti almennum starvsfólki sum heild.
– Hetta var bert ein atfinning móti teimum, ið kalla seg frøðingar uttan at vera tað. Hesi sum føra fram at miðfyrisitingin skal styrkjast. Eg meini ikki, at miðfyrisitingin skal styrkjast. Fiskimaðurin hevur ikki fingið tað betur, arbeiðsmaðurin hevur ikki fingið tað betur, sigur Jan Højgaard.
Hóast atfinningarnar hjá formanninum í Fiskimannafelagnum vóru harðar, og hann millum annað kallar aðalstýrini fyri nyttuleys, so er hann eins og formaðurin í Starvsmannafelagnum opin fyri samstarvi.
– Vit koma ongan veg uttan samstarv, so sjálvandi ætli eg at samstarva við hini fakfeløgini.
Jan Højgaard er heldur ikki samdur við fráfarandi formanninum, Óla Jacobsen, at skattalættin til sjófólkið er størsta frambrotið fyri fiskimannin. Hann heldur, at Skattaskipanin er forðing fyri, at fiskimaðurin fær veruliga trygging og nógv annað. Hann sigur tó, at hann ongar ætlanir hevur um at virka fyri at avtaka skipanina. Ístaðin fyri vil hann kunnað Føroya fólk um, at skipanin ikki er eitt tílíkt gávuborð, ið nógv halda.
– Tann mátin skipanin er lýst er so einsíðis, at tað er neyðugt at kunna tey um, hvussu hetta hongur saman í veruleikanum, sigur Jan Højgaard.
One thought on “Eg meinti ikki øll almenn starvsfólk”