Eftir royndir á tveimum ymiskum verkætlanum, ið fingust við ung við trupulleikum, valdi Ingvald á Kamarinum at stovna sín egna skúla í sínum egna heimi
Vit eru í heiminum hjá Ingvaldi á Kamarinum tætt við havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk. Húsini er býtt upp í tveir partar, heimið hjá Ingvaldi og familjuni í einu helvtini og Fjordskolen í hini helvtini. Fjordskolen er serskúli, ið Ingvald á Kamarinum tók stig til í 2001.
Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen eftir at hava starvast við ung við trupulleikum á tveimum ymiskum dagtilboðum. Á Fjordskolen eru 13 næmingar, higartil hevur bert verið talan um dreingir í aldrinum 8-15 ár. Hetta eru alt næmingar við stórum trupulleikum við at passa inn í ein vanligan skúla.
Slær klikk tá klokkan ringir
– Tá okkara næmingar koma inn í ein skúlagarð við asfalti og við eini skúlaklokku sum ringir, tá slær tað klikk fyri teimum, so vit hava roynt at vent øllum 180 stig. Skúlin er í einum vanligum sethúsum. Vit gera nógv fyri at her er hugnaligt. Vit hava stearinljós á borðinum, garðurin er grønur og børnini hava hvør sína teldu, greiðir Ingvald frá yvir nýbryggjaða kaffi.
– Tá okkara næmingar hava føðingardag fáa teir gávur, eitt nú fløgur og spøl. Tá onkur doyr í familjuni sendir skúlin ein krans, hetta er alt við til at vísa næminginum, at onkur leggur í hann.
At hava skúlan við hús, krevur nógv av familjuni hjá Ingvaldi, men konan, ið er sálarfrøðingur og børnini hjá Ingvaldi stuðla honum í hesum. Eisini leggur Ingvald dent á at húsini eru uppbýtt og hetta virða næmingarnir.
Hevur broytt sína støðu
Umleið helvtin av næmingunum á Fjordskolen hava diagnosur sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom. Summi eru undir doyvandi viðgerð við heilivági. Ingvald greiðir frá, at hann plagdi at vera ímóti, at børn fingu doyvandi heilivág. Tí gera tey eisini royndir við, at hjálpa børnunum at sleppa av við heilivágin. Men hetta eydnast nærum ongantíð.
– Eg havi broytt mína hugsan hesum viðvíkjandi. Um børnini verða hjálpt av heiliváginum, so er tað gott, at man kann gera tað við viðgerðini, sigur Ingvald.
Aðrir av næmingunum hava atferðartrupulleikar, av øðrum orsøkum, talan kann vera um næmingar við foreldrum, ið eru sjúk, hava ymiskar trupulleikar ella eru retarderaði ella næmingar, sum av øðrum orsøkum eru illa fyri..
Misti ein næming
– Tá eg var liðugur við at lesa til Sosial pedagog, arbeiddi eg eitt ár sum lærari á einum spesialskúla fyri ung við trupulleikum. Har treivst eg als ikki, skúlin var rikin for militant til mín. Úrslitið var eisini hareftir; næmingarnir gjørdust harðir og fóru út og løgdu á fólk. Ein av mínum næmingum varð skotin í einum ráni í Ølby. Hann doyði av skotunum og ein annar varð skotin í beini, tá hugsaði eg; nei, nei, nei – kæft, trit og retning riggar ikki, greiðir Ingvald frá.
– Fyrr vandi man politihundar við at buka teir, um teir ikki gjørdu, sum man bað teir. Men hetta er man er frá og er ístaðin farin at spæla við teir. Hetta kann eisini brúkast til børnini, tey læra gjøgnum spæl, sigur hann.
Vildi hava fulla stýring
Ingvald varð biðin um at vera leiðari á eini skipsverkætlan, har ung við øðrum etniskum uppruna enn donskum vórðu tikin umborð á skip. Hetta var ikki líka harðrent, men sera torført arbeiði. Hóast Ingvald var leiðari á verkætlanini, hevði hann ikki fulla stýring og tað vildi hann hava.
– Tey sum arbeiða við børnunum eiga at hava fulla stýring, hvørt barn hevur ymiskar tørvir, og teir tørvir kenna bert tey sum arbeiða við barninum. Tað var við hesum í huga, at Ingvald tók seg burturúr skipsverkætlanini og fór undir Fjordskolen. Ein skúli har hann er leiðari, og í samstarvi við hinum starvsfólkinum á skúlanum tekur allar avgerðir. Tey eru fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar, ið eru um børnini alla tíðina, børnini skulu kenna seg trygg, og hava tey somu vaksnu rundan um seg.
Styrkir ikki veikleikar
Skúlin byggir á grundhugsjónina, at ikki fokusera uppá trupulleikar og veikleikar, men í staðin leggja dent á styrkirnar hjá barninum.
– Eg ringi ongantíð heim til foreldrini hjá barninum og tosi um at vit hava trupulleikar av ein hvørjum slag. Men ístaðin ringi eg heim og tosi um hvat gongur væl, og hvørjar styrkir barnið hevur, greiður hann frá.
Kennir seg sjálvan aftur
Tá tú tosar við Ingvald er greitt, at honum dámar sítt arbeiði. Sosial pedagogikkin valdi hann, eftir at hann flutti til Danmarkar, tá kreppan herjaði í Føroyum. Ingvald hevði roynt seg innan ymiskar vinnugreinar, m.a. sum myndamaður og sjómaður. Hann hevði einans 7. flokk, og tá hann kom til Danmarkar byrjaði hann á berum. Hann tók skúlagongdina frá 8. flokki til HF í eini serliga intensivari útgávu yvir tvey ár, síðan fór hann undir læruna sum sosial pedagog.
– Eg minnist, at tá eg fór til skips 14 ára gamal, tá føldi eg, at eg var verdur. Eg treivst ikki serliga væl í skúlanum. Fólk skulu vita, at tey duga okkurt, og tað er tað, sum eg vil hava mínar næmingar at føla, akkurát sum eg føldi, tá eg fór til skips.
Hava rættan rygg
Á Fjordskolen verður dentur lagdur á, at børnini ikki skulu kenna seg, sum um tey eru vrakaði og endaði á onkrum serskúla, tí tey ikki passa inn. Hetta verður gjørt við, at tey læra ymiskt, ið tú ikki lærir í vanliga fólkaskúlanum, og at tey fáa upplivingar, ið tey ikki høvdu fingið aðrastaðni. Eitt nú eigur Fjordskolen ein sera stásiligan seglbát, ein reyðan skjóttgangandi gummibát, jollur, vatnskíðir. Ingvald greiðir frá, at tey hava syrgt fyri at seglbátur, gummibátur og annað er 1. floks:
– Hesi børnini hava ongantíð uppliva, at nakað er 1. floks, so tí skulu tey her uppliva tað, sigur hann.
– Tá næmingarnir á Fjordskolen ganga niðri á havnarlagnum í vátdrakt, vita teir, at teir duga okkurt, sum flest onnur ikki duga, og ryggurin er øgiliga rættur, greiðir Ingvald frá.
– Tað er týdningarmikið, at næmingarnir vita, at vit hava tey høgt í metum. Vit geva teimum sjálvsvirði, næmingurin skal vita, at hann er okkurt og at onkur leggur í hann. Sjálvsálitið kemur av at duga væl, men tú mást hava sjálvsvirði, tí tað er tað, tú byggir sjálvsálitið á, greiðir Ingvald frá.
Vóru í Føroyum
Næmingar, pedagogar og lærarar á Fjordskolen vóru í heyst í Føroyum og ferðaðust. Hetta at ferðast saman er eisini ein partur av tí, at skapa jaligar upplivingar fyri næmingarnar, ið teir ikki høvdu uppliva aðrastaðni. Tað er heldur eingin ivi um, at Føroyar hava gjørt stórt inntrykk á teir níggju dreingirnar. Tá vit hitta nakrar teirra uttan fyri skúlan, eru teir skjótir at fortelja um túrin til Føroyar, og hvussu góður hann hevur verið.
Einki galið við dreingjunum
– Flogternan á veg niður aftur segði, at hon ongantíð hevði havt so fólkalig børn, teir søgdu: Undskyld må vi få noget at drikke og tílíkt. Hon hevði ikki uppliva sovorðið fyrr. Einki er galið við dreingjunum, teir eru stillir og róligir, greiðir Ingvald frá
– Tá ein næmingur í 1. flokki í fólkaskúlanum t.d. kemur ov seint, so er tað galið av læraranum at skelda barnið út, tí tað er ikki barnið, ið eigur feilin. Børnini skulu kenna seg trygg í fólkaskúlanum, men ístaðin koma fleiri av teimum skeivt inn í skúlaskipanina av fyrstan tíð. Fyri næmingin gerst tað at hoyra eina klokku ringja eitt niðurlag, og hetta royna vit at rætta uppá. Hetta ber til, men tað krevur, at familjan stuðlar upp um tað, at ein hugburðsbroyting hendur hjá foreldrunum, sigur Ingvald.
Ingvald virkar eisini sum ráðgevi, tá tað snýr seg um systkin hjá næmingunum, og fyri at fyribyrgja, at yngri systkin koma skeivt inn í skúlaskipanina og fyri at øll familjan fer í upploysn.
Finna orsøkina
Ístaðin fyri at skelda ein næming, verður á Fjordskolen tosað við hann, og arbeitt við at finna orsøkina, til tann atburðin, ið næmingurin vísir. Ingvald nevnir eitt dømið:
– Ein morgunin tók ein næmingur knappiliga ein stóran ljósastaka, og skuldi sláa ein annan næming í høvdið. Høvdu vit ikki steðga hon, hevði verið heilt galið. Tá vit so tosaðu við næmingin, vísti tað seg, at hann kvøldið fyri hevði sligið ein mann niður við einum kúbeini, tá hesin hevði brotið inn til teirra, og roynt at neyðtaka mammu hansara.
Fakliga støðið
Fakliga innlæringin tekur støði í einstaka næminginum, og hesin fær tí best møguligar fyritreytir at læra. Á Fjordskolen er m.a. ein 13 ára gamal næmingur, ið ikki dugur bókstavirnar Hann er somikið orðblindur, at hann ikki dugur at lesa. Ingvald væntar, at innan fyri 2 ár fer okkurt at henda og vónar, at hann fer at læra at lesa, tí teir arbeiða hart við hesum.
– Hann hevur motivatiónina og arbeiðir hart við tí og roynir at blíva við. Hann er ein skilagóður drongur, ið dugur væl alt møguligt annað, so sum at seyma og viðgera myndir á teldu. Ingvald hevur gjørt hann telduumsitara á skúlanum og givið honum eina farteldu. Hini børnini fara til hansara, tá okkurt forrit skal leggjast inn. Hann er glaður og hevur rættan rygg, sigur Ingvald.
– Tá er týdningarmikið at fáa ment tað sosiala, og fáa næmingin at skilja, at lívið steðgar ikki, tá tú er 14 ár. Vit læra næmingarnar at koma víðari, sigur Ingvald.
Tað týdningarmiklasta fakliga, er at tey læra at lesa og skriva, tí eisini innan støddfrøði eru nógv stykkir lesistykkir, so dugur tú ikki at lesa, hevur tú trupulleikar í øllum fakum.
– Umframt alt hitt á skúlanum, leggja vit nógvan dent á tað fakliga, og tryggja okkum, at næmingarnir gerast klárir til lívið, og hava best møguligar fyritreytir at fóta sær í lívinum. Teoriin hevur fingið somikið stórt pláss í øllum útbúgvingum, at tú skalt vera bókliga væl fyri, fyri at klára teg.
Faktakassi:
Fjordskolen var settur á stovn í 2001. Skúlin er eitt sosialpedagogiskt tilboð fyri børn, ið eru so illa fyri, at teirra atburður forðar fyri, at tey kunnu luttaka í einum vanligum skúlaumhvørvið. Endamálið við skúlanum er at geva einstaka barninum møguleika at sleppa úr vanligu frálærustøðuni, ið barnið blokerar fyri.
– Fjordskolen er tænkt som et dagbehandlingstilbud/ heldagsskole, hvor børnene er omgivet af de samme gennemgående voksne hele dagen såvel i den skoleforberedende undervisning som i fritidsdelen efter endt skoletid. Behandlingen forgår ud fra en helhedsanskuelse der specifikt medinddrager skoleforberedende undervisning og socialpædagogik, arbejdet med positive ændringer i familien og dens funktionsmåde. Set ud fra en skoleinstitutions betragtningsmåde er det overordnede formål med undervisningen i Fjordskolen at gøre barnet fortroligt med folkeskolens kultur, traditioner og arbejdssammenhænge, og således sikre dets mulighed for at kunne indgå som elev i et normalt skolemiljø uden behov for særlige støtteforanstaltninger.
One thought on “Kæft, trit og retning riggar ikki”