Tá eg játtaði at skriva Afturhvarv, var eg greiður yvir, at hetta ivaleyst fór at verða ein tungur burður. Heilin er eitt áhugavert tól, ið sera hegnisliga verjir okkum fyri nógvum keðiligum. Eg minnist ikki nógvar keðiligar hendingar úr mínum lívi. Tær flestu eru goymdar onkrastaðni í dulvitskuni.
Afturhvarv I – skrivað til Skúlablaðið
Eg veit, at míni skúlaár í stóran mun vóru ein røð av ringum upplivingum, happing, avbuking og persónligum niðurløgum. Men at skula minnast hesar aftur og at festa tær á blað – tað fór neyvan at verða lætt, so mikið visti eg frammanundan. Men eg hugsaði, at hetta ivaleyst kundi gerast nokkso sjálvterapeutiskt. So eg játtaði. Men nú deadline er beint hinumegin hornið, so noyðist eg at viðganga, at hevði eg vitað, hvussu trupult hetta fór at verða, hevði eg takkað nei, tá ritstjórin ringdi til mín.
Eg havi grópað og leitað í dulvitskuni, við tí úrsliti, at onkur minni eru komin fram. Alt er brýnt av tíðarinnar tonn. Ivaleyst heldur litað og í einum vavgreyti.
Happingin gjørdist ov nógv
Eg byrjaði í Gulaskúla í 1. flokki um summarið í 1980, eftir trý ár í Gulaskúla fluttu vit nøkur ár oman í Brúnaskúla, áðrenn vit fluttu niðan í Venjingarskúlan. Tað eru serliga minnini frá tí óvanliga harða umhvørvinum á gongunum á Venjingarskúlanum, sum eru ring. Happingin, sum gjørdist verri og verri.
Í heystfrítíðini í 8. flokki skifti eg skúla. Happingin og ágangurin í Venjingarskúlanum var vorðin so mikið nógvur, at foreldur míni saman við flokslæraranum hjá paralellflokkinum gjørdu av, at okkurt mátti henda. Eg flutti oman í býin at ganga í Kommunuskúlanum. Endiliga fekk eg kensluna av samanhaldi og felagsskapi í einum flokki. Skúlin var ikki longur ein plága, eins og hann hevði verið í Venjingarskúlanum.
Nýggjan flokslærara
Okkara flokkur í Venjingarskúlanum var ein trupul flokkur, ella ein problemklassi, sum tað nokk varð kallað tá. Í sjeynda flokki fekk flokslærarin hjá okkum nóg mikið. Hesin eldri maður hevði mist tamarhald á okkum og orkaði ikki stríðið longur. Hann vildi sleppa av við okkum. Upprunaliga hevði hann tikið okkum frá einum øðrum lærara, ið heldur ikki orkaði okkum longur, nøkur ár frammanundan. Eingin av teimum lærarum, ið kendu okkum, vildi taka hendan flokkin, vit vóru ov strævin. Ein nýklaktur lærari av læraraskúlanum byrjaði hetta árið í Venjingarskúlanum, og skúlaleiðslan gav henni henda truplasta flokkin í skúlanum. Hon var fitt, pen og ljóshærd og ikki so øgiliga nógv eldri enn vit. Neyðardýrið ánaði ikki, hvat hon hevði í væntu.
Samlaðu trupulleikarnar
Hetta sama árið byrjaðu nakrir nýggir næmingar í okkara flokki. Her var talan um næmingar, ið høvdu gjørt ov illa fortreð og ikki hóskaðu inn í øðrum skúlum og tí vórðu fluttir. Skúlaleiðslan vildi ikki órógva paralellflokkin, ið fungeraði væl. So hesi óhepnu elementini vórðu koyrd í okkara flokk. Hann var jú so trupul frammanundan. Úrslitið varð sum væntað. Happingin gjørdist alsamt ógvisligari og fyri okkum, ið vóru tey vanligu ofrini, gjørdist lívið eitt satt helviti.
Eg átti tørn
Vit vóru 3 næmingar, sum vanliga stóðu fyri skotum, tá happað varð. Tað var eitt sindur í tíðarskeiðum, og byrjanin av 8. flokki var mítt tíðarskeið. Eg varð læstur inni í skápum í fríkorterum, og tá eg ikki var tað, varð eg happaður ella bukaður. Minnist serliga væl eitt fríkorter. Tað var inni í okkara skúlastovu á niðastu gongd í Venjingarskúlanum. Teir vanligu dreingirnir løgdu á meg. Teir hildu mær niðri, kroystu andlitið niður í gólvið soleiðis, at eg ikki fekk vent mær. Eg hoyrdi onkran tendra ein tendrara, eg føldi hitan og luktaði sviðin hár. Eg var ræðslusligin, hugsaði:
– Teir seta eld á hárið á mær! Eg fór at gráta.. Teir sleptu mær og flentu at mær. Tann, sum hevði tendraran, hevði sviðið hár á sínum egna armi. Hann hevði ikki sett eld á meg, men stóð har og flenti.
Mátti verja meg
Tað var tá, at eg skilti, at eg noyddist at verja meg á onkran hátt. Eg fekk onga hjálp frá lærarunum, systkini hjá mær vóru so mikið stór, at tey ikki gingu í skúlanum longur, og mínir bestu vinir gingu í øðrum skúlum. Eg var farin at ganga til Jiu-Jitsu, men eg dugdi ikki nóg væl til at verja meg ímóti flokkum av álopsmonnum. Eg visti, at skuldi eg fáa frið, mátti eg hava eitt vápn. Eg visti av royndum hjá einum, sum var illa happaður í einum eldri flokki, at tað ikki loysti seg at taka knív við. Eg hevði heldur ikki hug til veruliga at skaða nakran. Ella tað hevði eg nokk, men eg visti, at tað ikki var gongd leið. Eg vildi bara hava eitt vápn, ið hjálpti við at halda álopsmonnum burtur. Heima fann eg eina jarnketu. Hon var ikki serliga tung, kundi liggja í jakkalummanum, uttan at hon sást. Men samstundis var hon nóg tung til, at man fekk ilt, um man varð sligin við henni. Ketan var fullkomiliga perfekt til endamálið. Eg var ikki líka bangin, tá eg fór í skúla morgunin eftir.
Flokslærarin hjálpti
Í fríkorterinum nærkaðust nakrir av teimum og ætlaðu at loypa á meg. Eg tók ketuna og sveiggjaði eftir teimum. Teir hildu seg burtur. Hetta gekk fínt. Tá fríkorterið var av, klagaði onkur av teimum til flokslæraran um, at eg hevði eina ketu. Henda unga og fitta kona gjørdi, sum ivaleyst flest allir rættsiktaðir lærarar høvdu gjørt. Hon tók ketuna frá mær. Men alt, ið eg sá, var, at tá eg hevði trupulleikar, fekk eg onga hjálp, men um eg vardi meg, so hjálpti hon teimum, sum vildu sleppa at buka meg. Eg var verjuleysur. Eg visti, at næsta fríkorter fór eg veruliga at fáa tað afturlønt. Eg var desperatur! Eg mátti hava ketuna aftur! Eg mátti fáa verju!
Flokslærarin spældi klarinett, og taskan við klarinettini stóð á pultinum. Eg tók taskuna og rann yvir til vindeygað, har eg helt taskuna út ígjøgnum tað.
– Tú fært taskuna, viss eg fái ketuna, segði eg.
Hvat síðan hendi minnist eg ikki. Eg veit, at eg fekk ikki ketuna aftur. Hetta er mítt síðsta minni av Venjingarskúlanum.