Tungmálmur í heimsflokki

Fløgan hjá Sic, Pandemonium er ein av bestu føroysku rokkfløgunum, ið eru gjørdar higartil. Við fløguni kann bólkurin koma langt, eisini uttanfyri landoddarnar.

Áðrenn eg hoyrdi Pandemonium, hevði eg mest mett Sic, sum ein sera lovandi bólk. Ein bólk, ið var á veg ímóti onkrum stórum. Við fløguni Pandemonium vísir Sic, at bólkurin er nógv betur enn ein lovandi bólkur. Nógv betur enn eg hevði roknað við. Eg væntaði, at hetta fór at vera ein ordiliga góð fløga, men at hon veruliga var í heimsflokki, tók meg av bóli. Um bólkurin var á veg móti onkrum stórum, so er Pandemonium kanska júst hetta stóra, ella um leiðin gongur móti onkrum størri, so er trupult at gita um, hvussu stórt hetta kann gerast.

Sterkur oddamaður
Longu sum oddamaður í Krit, var Mikkjal Gaard Hansen eitt serligt talent, sum flest øll við eitt sindur av skili fyri tónleiki og framførslu løgdu merki til. Orð sum lovandi, gávuríkur, karismatiskur eru ofta brúkt um Mikkjal. Eg havi eisini sjálvur brúkt tey bæði ofta og væl. Í nýggjastu útgávuni av Sic hevur Mikkjal endiliga fingið eina manning aftan fyri seg, sum livur upp til uppgávuna, sum er at bakka ein av okkara allar sterkastu røddum og oddamonnum upp.

Poppmálmur
Stílurin á fløguni er sum heild treskimálmur ella thrash metal, men óvanliga melidiøsur treskimálmur. Tó hoyrist íblástur frá bæði øðrum málmi, sosum ferðmálmi, dómsmálmi, av 90’ára rokki, og  nógvum øðrum. Her tykist í stóran mun dentur at vera lagdur á fangandi niðurløg og onnur sera góð melidiøs pettir. Versini eru ofta nokkso hørð og in your face. Men tá niðurlagið kemur gerst enntá onkuntíð talan um beinleiðis syngið við potentiali.  Nú skal ikki skiljast, sum at øll løgini, eru uppbygd eftir hesum fasta leisti, tí soleiðis er tað ikki, summi vers eru tildømis stak melidiøs, meðan onnur løg ikki eru serliga melidiøs. Í teimum melidiøsu pettunum vísir Mikkjal, at hann er ein habilur sangari, ið dugur annað enn at rópa og skrála. Hett hóast hann dugur óvanliga væl at rópa og skrála. Eg eri stutt sagt fullkomiliga blástur um koll av, hvussu popputt løgini eru. Misskil meg ikki, her er popput ikki meint á nakran sum helst neiligan hátt. Eg væntaði bara, at hetta var ein fløga fyri tey fáu í Føroyum, men tað er tað ikki. Tær nýtist ikki at vera eitt kornpikkandi málmhøvd fyri at vera fangaður av hesi fløguni, flest øll rokk áhugaði áttu at ognað sær hana. Eitt gott dømi um eitt lag, har tað harða og tað fangandi ganga hond í hond, er á lagnum Done Pretending, ið eisini í tekstpartinum er frálíkt.

Góðir tekstir
Sum heild kann sigast, at tekst parturin á fløguni er væl yvir vanliga støðið, tá føroyskir bólkar syngja á enskum. Tað er tíanverri so, at alt ov nógvir føroyskir bólkar, ið syngja á enskum, fyrst og fremst gera hetta, tí at teir ikki duga at skriva á føroyskum. Tí velja teir at skriva á enskum ístaðin, hetta er vanliga uppaftur verri, enn tað hevði verið, um teir skrivaðu á føroyskum. Men av tí, at teir ikki duga enskt, so halda teir at hetta ljóðar so herligt. Men soleiðis er ikki við Sic.

Mikkjal Gaard Hansen hevur eitt ríkt enskt mál, og dugur væl at seta orðini saman. Meiningarnar eru sterkar og teksturin er viðkomandi. Hetta hækkar bara listarliga virðið á fløguni uppaftur meira. Eisini tekstirnir, ið Eddie Jacobsen hevur skrivað eru heilt góðir.

Neyðugur niður túrur
Stemningsmyndin Number 6 er ivaleyst veikasta tónleikapettið á fløguni, serliga teksturin og framberingin av honum, ið Mai Jacobsen stendur fyri, er eitt sindur krympi-tær-sligt.  Tónleikapettið tykist mest av øllum at vera við fyri at føra yvir til tað í støðum nærum Nick Cave kenda Rosegarden In Hell, ið er eitt fínt og inniligt lag. Eg haldi tó, at hóast number 6 virkar eitt sindur kiksað, so tænir tað endamálinum sum millumstykki millum Fading og Rosegarden In Hell, so tað er í lagi, at tað er við.

Fjøllbroyttur málmur
Hetta er fyrsta fløgan hjá bólkinum. Hetta merkir, sum vanligt er, at hon fevnir vítt. Serliga bólkar, ið eins og Sic hava nøkur ár á baki, hava eina breiða viftu av løgum at velja ímillum. Tá kann tað ofta gerast dekan ov fjølbroytt. Markið millum fjølbroytt og stílørkymla er milimetur breitt, og á hesi fløguni flytur bólkurin seg á markinum, men eftir at hava hoyrt fløguna nakrar ferðir, eri eg komin ásamt við meg sjálvan, at teir í stóran mun eru røttu megin markið.

Men fjøllbroytt tað er fløgan. Eitt av teimum løgunum, sum veruliga brýtur frá restini av fløguni er 15 tær bestu hittið To Dare To Risk To Regret, ið minnur eitt sindur um Biohazard og annan harðan málm úr miðhálvfemsunum. Hetta lagið situr væl, og tað er stuttligt at hoyra Mikkjal rappa, tí tað meistrar hann væl.

Ein veggur av málmi
Nokk harðasta og mest larmandi lagið er I One. Eitt lag, sum leggur seg upp ímóti ferðmálmi, og er ein tónlistarligur framaná. Her er einki fitt melidiøst petti, men bara ein larmandi veggur av málmi. Tað er nokk ikki uttan orsøk, at hetta lagið er lagt á pláss nummar 11, og tí ikki er eitt av løgunum, ið lurtarin fær slongt í andlitið beinanvegin.

Á fløguni er nógv ymiskt frá tí vakra gittarspælinum, ið fylgir vakra lagnum Shut, til kompromisleysu I One og Teethless Teens, til komandi hittløgini My Hell, Reach Inside(ið enntá kann gerast ein døgnfluga, tí eg eri longu um at verða troyttur av tí, so hittpotentialið er upplagt) og Done Pretending.

Flott framleiðsla
Sum heild er bygnaðurin av fløguni, framleiðslan og ljóðblandingin góð. Tónleikaframleiðarin og ljóðblandarin Tommy Hansen hevur fingið tað allar besta burtur úr Sic, har er stutt sagt einki at finnast at.  Bólkurin hevur á konsertum sera ofta verið fyri óhepnum ljóðblandi, av tí at vanligi føroyski ljóðmaðurin ikki hevur nóg gott innlit í hetta slagið av tónleiki, tí er tað ein frægd at hoyra bólkin, júst soleiðis sum hann eigur at ljóða.

Eg noyðist líka at nevni trummuspælið. Tað er øgiliga gleðiligt at hoyra hvussu væl Magnus spælir á trummurnar, eftir at hann varð ljóðblandaður burtur í einki á Transcend hjá Makrel. Her er talan um ein av okkara frægu rokktrummuleikarum.

Pakkað inn á grikskum
Fløguhúsan hevur grikski sniðgevin Seth gjørt. Seth er hóast síni einans 34 ár sera royndur innanfyri sniðgeving og hevur gjørt húsar til nógv av stóru nøvnunum á altjóða harða rokkpallinum. Hann hevur eisini áður gjørt ein føroyskan fløguhúsa, Transcend hjá Makrel. Hesin húsin stendur einki aftan fyri tann hjá Makrel og stendur væl til tónleikin hjá Sic. Ein ordiliga flottur húsi.

Djarvur bólkur
Limirnir í SIC vóru djarvir, tá teir kunngjørdu, at teirra fyrsta fløga fór at verða ein varði í føroyskum tónleiki. Men eftir at hava hoyrt hana, so er ikki trupult at síggja, hvar sjálvsálitið kemur frá, teir hava eitt framúrskarandi produkt.

 

Í sanginum My Hell syngur Mikkjal:

Feels Like my soul has left my body
I’m an empty bag of bones
Now I’m just like all the other
all the copies end the clones
My Hell

 

Eg kann bert staðfesta, Mikkjal, tú verður ongantíð sum hini, tú ert heilt serligur og Sic er ein heilt serligur bólkur, eitt sterkt navn. Við Pandemonium hevur SIC fløguna, ið kann gera bólkin til eitt sterkt altjóða navn.

Hon fær 5 av 6 møguligum stjørnum frá mær.

Leave a Reply

Your email address will not be published.