Síðan Sic herfyri gav fløguna Pandemonium út, hevur bólkurin veruliga havt undanvind. Í føroyskum miðlum hevur fløgan fingið avbera góð ummælir og eisini uttanfyri klettarnar hevur áhugin fyri Sic verið stórum. Avstralska alnetútvarpsrásin Dark Cloud Radio hevur spælt Sic, janvan eins og fólkin handan útvarpsstøðina hava valt Sic til bólkin henda mánaðin á sínum tónleikapromotion felag Dark Kloud Promotions- Dark Kloud Promotions lýsir fløguna hjá SIC soleiðis:
“Í september 2006 fór Sic inn í sjúka og avskeplaða heimin hjá tónleikaframleiðaranum Tommy Hansen í Jailhouse Studios í Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic brúktu til upptøkurnar av teimum 13 løgunum á fløguni, vóru ein ferð fyri lívið. Saman við Tommy góvu teir alt og meira enn tað og skaptu eitt meistaraverk – ein varða í tungmálmssøguni. Við útgávuni av Pandemoninum!, hevur SIC skapt eina nýggja byrjan, eina nýggja era.”
Men tað er ikki bert í Føroyum og Avstralia, at Sic fær góða móttøku. Eisini í Peru í Suður Amerika er áhugi fyri Sic. Spanskmælta alnetstíðaritið og útvarpsstøðin Rockum, ið virkar úr Peru og hevur tungmálmstónleikafjepparar sum málbólk, ummælir á heimasíðu síni fløguna Pandemonium. Hon fær 8,8 av 10 møguligum í karakter.
Rockum samanber útgávuna við bólkar sum Sevendust (í teirra bestu árum), Machine Head, Slipknot, Glassjaw og tónleikin hjá Max Cavalera, í døgunum har hann gjørdi Roots við Sepultura og tey fyrstu árini í Soulfly. Henda síðsta samanbering er ótrúliga sterk, at fáa í Suður Amerika av tí, at brasilumaðurin Max Cavalera uttan iva er størsta stjørnan og mest virdi listamaður í hesin heimspartur hevur fostra innan rokktónleik.
Rockum fer so langt sum at siga: “Mikkjal fangar og dagførur ein stíl, ið er á støði við sangararnar í hesum bólkum.”
Sic hevur fimm ár á baki, men tað var ikki fyrr enn núverandi manning tók við, at Sic veruliga fór at gera um seg. Við Pandemonium hevur Sic skrivað seg inn í føroyska tónleikasøgu. Útgávan er framúrskarandi og brýtur uppúr nýggjum innan føroyskan tónleik.