Var altíð góður við genturnar

Niels Uni hevur altíð verið góður við genturnar! Hesi orð eigur mamma mín, hon hevur sagt tey við nærum hvørt konufólk, eg havi havt við heim til hennara.

 

Afturhvarv II – skrivað til Skúlablaðið

Síðan kemur ein longri frágreiðing, um hvussu eg plagdi at vera forlovaður í barnagarðinum og hava gentur, sum eg klemmaðist og mussaðist við, og so framvegis, hon plagar at staðfesta, at eg altíð havi verið forlovaður. Hetta er ein fitt søga, og higartil hevur eingin av damunum runnið skríggjandi burt. Men hetta er nú ikki veruleikin, fari í hesum Afturhvarvið at hugleiða eitt sindur um, mínar upplivingar við hinum kyninum í fólkaskúlanum.

Sum sagt, so var eg altíð forlovaður við onkrari gentu, heilt inntil eg byrjaði í 1. flokki. Tá broyttist heimurin fyri meg og eg hevði satt at siga eitt sindur av byrjunartrupulleikum í broytta heiminum.

 

Mussaði gentur

Mamma plagar at siga, at hon hevur tveir synir. Tann eina fekk hon klagur heim um, tí hann sló genturnar, og hin fekk hon klagur heim um, tí hann mussaði genturnar. Hesin seinni var eg.

Eg bleiv beinanvegin í 1. flokki forelskaður í tí gentuni við tí ljósa og sera purluta hárinum. Eg fall pladask fyri henni, og vildi sum eg plagdi í barnagarðinum at sleppa at mussa hana. Men nei, hon rann undan, beint inn til læraran at klaga. Skúlin ringdi, sum vera man heim til mammu at skelda, um hvussu óargaligur eg var.

 

Keyptur kærleiki

Vit vóru tveir dreingir í flokkinum, ið vóru púra vekk í hesi vøkru gentuni við purlutum hári. Tað gjørdist skjótt ein kapping um at gera seg upp fyri henni. Eg havi varhugan av, at henni dámdi betri hin, men tað vildi eg als ikki góðtaka. Tann eina dagin hevði eg tó munin. Hundurin hjá gentuni var komin aftaná henni oman í skúlan. Í fríkorterinum gjørdu vit báðir alt fyri at kína hundinum og vísa hvussu fittir vit vóru. Eg hevði nakrar krónur í lummanum, og nýtti høvið at renna yvir í handilin, ið lá yvirav Snikkaravirkinum, har keypti eg ein bommpakka, sum eg gav hundinum. Eg havi varhugan av, at gentan ivaleyst hevði verið glaðari,um eg gav henni bommpakkan, men so langt hugsaði eg ikki tá. Eg sá í eygunum á mínum mótstøðumanni, at eg hevði sigrað.

 

Einasti drongur

Hóast kynsrollurnar eisini í barnagarðinum vóru býttar upp, so var uppbýtið nógv strangari í skúlagarðinum. Har vóru vit dreingirnir og tær genturnar. Mær dámdi ongantíð hetta uppbýtið. Sjálvandi lærdi eg skjótt, at tað at renna eftir gentum fyri at mussa tær, neyvan var nøkur skilagóð loysn. Serliga tí eg ongantíð havi verið tann stóri rennarin, so tær vóru sera truplar at fanga.

Ístaðin gjørdist eg vinmaður við gentur, hetta var ikki betur enn næstbest, tí eg vildi heldur vera forlovaður. Men hetta var betur enn einki.

Eg minnist fleiri gentuføðingardagar í 2. flokki har eg var boðin sum einasti drongur í flokkinum. Har sat eg sum einsamallur hani. Tað var stuttligt at vera tann útvaldi. Serliga stuttligt var tað, tann dagin tá tann við tí ljósa purluta hárinum bjóðaði mær í føðingardag sum einasta dreingi.

 

Valdur síðst

Sjálvt um tað skjótt gjørdist breið semja millum dreingirnar um, at gentur vóru býttar, so var ein ávís øvundsjúka, um at eg varð boðin við. Hetta passaði mær fínt, serliga tí, at eg millum dreingirnar var sera lágt í hierarkinum.

Í mínum flokki og í flest øllum flokkum, sum eg veit um, var tín støða millum dreingirnar í flokkinum fyrst og fremst bólkað eftir evnunum á fótbóltsvøllinum, og tá míni evnir á hesum øki ongantíð hava verið serliga imponerandi, so var mín støða hareftir. Ferð eftir ferð upplivdi eg eyðmýkingina at standa á fótbóltsvøllinum og verða valdur síðst ella næst síðst. Nei, so var stuttligari at fylgjast við gentum.

 

Royktu í Mikkjalsabø

Skjótt gjørdist mítt besta vinfólk í flokkinum ein genta, hon búði eitt hanagleiv frá húsunum hjá okkum. Vit fylgdust bæði heim úr skúla og eftir skúlatíð. Tað var saman við henni, at eg upplivdi mítt einasta tíðarskeið sum roykjari, hetta var í 2. flokki. Eg hevði stolið russarasigarettir frá pápa mínum, og hesar royktu vit millum stóru klettarnar á Mikkjalsabø. Vit kendu okkum øgiliga vaksin, har vit sótu og royktu. Vit samdust tó skjótt um, at hetta smakkaði einki væl, og tí góvust vit skjótt aftur.

 

Hormonini tóku ræðið

Sum árini gingu gjørdist uppbýtið millum dreingir og gentur alsamt størri, til tað byrjaði at ganga hin vegin, gentur og dreingir byrjaðu at dáma hvør annan. Vit vóru øll so forelskaði og luftin var full av hormunum, ið kókaðu. Hinir dreingirnir byrjaðu nú eisini at hava áhuga í gentum. Í fyrstani bilaði hetta einki. Men so komu teir forferdiligu listarnir. Hvønn drong heldur tú vera penast? Aftur upplivdi eg niðurlagið at verða valdur næst- ella triðsíðst. Frá at gentur vóru eitt øki, har eg var rímiliga tryggur, gjørdust hetta akkurát sum á fótbóltsvøllinum. Eisini hetta øki gjørdist eitt slag av kapping. Og meðan nógvir av teimum betur umtóktu dreingjunum vórðu forlovaðir, so var eg enn bara vinmaður.

Alt gjørdist munandi minnið einfalt, tá tað kom til samveruna millum gentur og dreingir. Vit byrjaðu at fylgjast gentur og dreingir, vit spældu S, P ella K og onnur tílík spøl, men tað var ongantíð eg, sum fekk muss.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *