Spennandi útlendsk nøvn á AME

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum.  Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum.

 

 

Ampop [myspace.com/ampopband]

Íslendski elektroniski bólkurin Ampop gav í november fjórðu fløgu sína fløguna “Sail to the Moon”  út. Fløgan varð av lurtarum á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás 2 vald til ársins fløgu, eins og hon er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á íslendsku tónleikaheiðurslønunum.
Næst seinasta fløgan hjá Ampop “My Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi og tittullagið varð valt til ársins lag og ársins sjónbandalag á íslendsku tónleikaheiðurslønunum í fjør.
Ampop byrjaði sum ein elektronisk duo og gav í hesum líki tvær fløgur út, ið ummælarar og smalir lurtararskarðar vóru sera begtiknir av. Bólkurin broyttist nakað, tá trummuleikarin kom við í bólkin og ljóðið flutti seg til meira trummu og gittarbasera. Samstundis fekk bólkurin veruliga luft undir veingirnar og fór veruliga at gera um seg í útvarpi og á hittlistunum.

Angu [myspace.com/angumotzfeldt]

Grønlendski Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.

Sum tannáringur spældi Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.

20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har sterki hugurin til tónleikin førdi til, at hann endaði sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.

Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.

 

Molinder Band[myspace.com/molinderband]

Molinder Band er svenskur bólkur við oddamanninum Jonas Molinder. Í veruleikanum er mest av øllum talan um eina einstaklinga verkætlan, ið hevur givið 3 EP fløgur út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004).  Nøkur ár eru fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í eitt ár. Hann brúkti tíðina at leita eftir nýggjum íblástri. Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME. Tóleikurin hjá Jonas Molinder finnur íblástur í tí tónleiki, ið hann lurtaði eftir sum yngri, nøvnum sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins.

 

Grand Island [myspace.com/thegrandisland]

Grand Island úr Noregi spælir eitt slag av nýrokki.

Ein samansjóva, orkufull og skitin samanrenning av nýrokki, disko og kontri.  Ella við øðrum orðum stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni ella á heimasíðuni, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.

 

Die Dumme Dänen [myspace.com/dedummedanskere]

Sterkar meiningar eyðkennir danska bólkin Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við søgum um rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast evnini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið í vikuvís r á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum. Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu, ið eru gjøgnumførdur og virkar sum ein veggur av ljóði.
Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni

 

AVE [myspace.com/avemusic]

Ave er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni. Hettar er ein av nýggjastu spennandi bólkunum úr Danmark.

Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði.

Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyndir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum.

Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa Ave teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami.

Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at kryddar framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini. Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi.

Seinasta útspælið frá Ave er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitnisliga ferð, ið loyvir lurtarinum at hella seg afturá og njóta upplivingina.

One thought on “Spennandi útlendsk nøvn á AME”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *