Bjørk leggur upp í flaggstríðið

Lagið Declare Independence, ið Bjørk  á konsert síni fyrradagin ognaði føroyingum og grønlendingum tykist at viðgera málið um føroyska flaggið sendistovuni í Reykjavík.

Boðini til føroyingar og grønlendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Laugardalshøllini í gjárkvøldið.

– Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum:

“Declare Independence

Don’t let them do this to you.

Raise the flag higher and higher.”

Arnar Eggert greiður frá, at tey nógvu fólkini, ið vóru komin saman í Laugardalshøllini vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur.

– Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin í telefonini úr Reykjavík.

Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum.

Konsertin í fyrravøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi konsertferð, í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni Volta. Fyrsta stakfløgan kom út á alnetsølu í fyrradagin.

Konsertferðin fer veruliga í gongd um nakrar vikur við fleiri konsertum í USA, áðrenn leiðin gongur aftur til Evropa, har m.a. Roskilde Festivalurin stendur á skránni. Men áðrenn USA var á skránni, stóð Laugardalshøllin í Reykjavík fyri tørni.

Nýggja fløgan hjá Bjørk er nógv umrødd, m.a. tí at hon á henni samstarvar við heimskenda framleiðaran Timbaland, nærum alt, ið Timbaland rørir gerst gylt, og tí er ikki ósannlíkt, at føroyska flaggstríðið endar á Billboard sølulistanum, áðrenn vit vita av.

One thought on “Bjørk leggur upp í flaggstríðið”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *