Lena Andersen verður partur av verkætlanini Nordic Cowriters. Hon skal í vikuni áðrenn Spot Festivalin at skriva nýggjan tónleik saman við øðrum sangskrivarum og framføra nýggju løgini á sjálvum festivalinum
Spot festivalurin í Århus er ein tann týdningarmiklasti ídnaðarfestivalurin í Norðurlondum. Í fjør luttóku fleiri føroysk nøvn, nú er greitt at aftur í ár verða Føroyar umboðaðar, Lena Anderssen er komin á skránna.
Spot festivalurin hevur leingi givið singer/songwriter tónleikagreinini gott pláss á festivalinum. Teitur er eitt av nøvnunum, ið festivalurin hevur hjálpt fram innan hesa grein.
Innan fyri karmarnar á Spot festivalinum verður skipað fyri verkætlanini Nordic Cowriters, her skulu 12 tónlistafólk í pørum um at skriva sangir saman í vikuni áðrenn festivalin verður, á einum staði har tey ikki verða órógvað av umheiminum. Úrslitið av hesum samstørvum verður síðan framført á festivalinum. Í fjør luttók Høgni Lisberg á hesi verkætlan.
Í ár vera umframt Lenu, danirnir Helgi Jonsson, CS Nielsen, Jimmi Andersen, Sara Grabow, Kajsa Vala og Mads Langer, grønlendski Angu Motzfeldt, norsku Marte Wulff og Thom Hell og svenska Josefina Sanner.