Søgur og tónleikur í Kaggakjallaranum

Atlantic Music Event byrjaði hóskvøldið í Kaggakjallaranum, við eini fjølbroyttari og mest av øllum sera hugnaligari konsert.

Kaggakjallarin var á tremur við útlendskum gestum, talentskótum, plátufelagsstjórum, spælistøðum, tónleikatíðindafólki og festivalumboðum, tá Atlantic Music Event byrjaði við sýnisgluggakonsert hóskvøldið. Stanley Samuelsen, Guðrið Hansen, Deja Vu, Budam og donsku AVE byrjaði stóru tónleikahátíðina á ein friðarligan og hugnaligan hátt. Hýrurin var góður á fólki, og tiltakið var sum heild merkt av, at fólk hittust og hugnaðu sær, meðan tónleikurin á onkran hátt gjørdist ljóðspor til hugnaligu løtuna.

 

Hugni og smáprát

Onkur hevði hug at fýlast á, at fólk tosaði heldur hart undir onkrari framførslu. Hetta var serliga galdandi, tá Stanley var á palli. Men hetta var partur av upplivingini. Kaggakjallarin hóskvøld leggur ikki upp til annað. Bólkar og einstaklingar eiga tað á sínar herðum at fanga áskoðaran og brenna í gjøgnum. Hetta megnaðu tey við ymiskari eydnu, men sum heild gekk hetta rættuliga væl. Tey, ið vóru komin fyri at lurta, lurtaðu, tey, ið vóru komin fyri at hugnað sær og práta, smá-prátaðu og hugnaðu sær.

 

Hørð lending

Stanley legði fyri við at greiða frá, at hann júst var lendur í Føroyum við harðastu lending í hann nakrantíð hevði upplivað í øll síni ár sum útiseti. Stanley var í flogfarinum hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn, ið setti seg í Vágum eftir sera harðliga lending seint seinnapartin í gjár. Søguna kundu nógvir av útlendsku gestunum nikkað til, tí teir sjálvir høvdu verið við sama flogfari, umframt at hini bæði flogførini, ið vóru lend fyrr um dagin somuleiðis høvdu knortlutar lendingar. Hetta breyt ísin og var ein fín byrjan.

 

Spennandi lyftir

Næst á pallin var Guðrið Hansen, ið við síni framúr góðu rødd og kassagittara framførdi nøkur av sínum vøkru løgum. Síðan fór Deja Vu á pallin við bert nýggjum tilfari, ið gav lyftir, at bólkurin gongur spennandi leiðir. Ása Wraae úr Budam luttók sum gestasangari á nøkrum løgum, og kvinnurøddin saman við røddunum hjá teimum báðum vanligu oddamonnunum Líggjas og Flóvin riggaði væl. Tað tyktist eitt sindur undrunarvert, at bólkurin ikki spældi nakað av teimum tryggu hittunum, ið bólkurin hevði á fyrstu fløguni. Eg hugsi um løg  sum eitt nú Confused. Hetta kundi verið eitt gott hugskot, nú teir spældu fyri so nógvum útlendskum gestum, ið ikki kendu løgini og sum kundu hava lykilin út í heim fyri framsøkna bólkin.  Men bólkurin skal aftur á pall í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, so hugsandi er, at hittini eru goymd til hesa framførslu.

 

Set Budam á Tjóðpallin

Budam stóð fyri mest áhugaverdu framførsluni á kvøldinum. Búi Dam bað áhoyrarnar seta seg á gólvið frammanfyri pallinum, fyri at vit kundu kom hvør øðrum við. Síðan segði hann á sín heilt egna hátt søgur fyri okkum. Hetta var tann mest inniliga løtan á kvøldinum, og Búi hevði Kaggakjallaran í sínum lógva. Tað finnast neyvan nógvir betri søgusigarar enn Búi. Afturat sær hevur hann nakrar av okkara allar fremstu tónleikarum, tí er ein uppliving av Budam ein heilt serlig uppliving.

Bólkurin arbeiðir við eini fløgu, men tað er trupult at síggja, hvussu hetta kann endurskapast á fløgu. Ein Budam konsert minnir á nógvan hátt meira um ein sjónleik. Eg hevði hildið, at ein framførsla, sum tann hjá Budam, hevði verið passandi til at fari á pall á t.d. Tjóðpallinum. Hetta er nakað, ið er best egnað sum lítið intimt tiltak. Á Tjóðpallinum kundi framførslan verið lýst sum ein heildar søgu-uppliving, og kundi gingið, sum ein sjónleikur gongur í nakrar vikur ella so. Tí sjálvt um hetta er best egnað sum eitt lítið intimt tiltak, so áttu allir føroyingar at sloppið at uppliva tað.

 

Ljóðið bilaði

Donsku AVE endaðu konsertina í Kagganum við sínum vakra rokktónleiki. Bólkurin tykist sera gjøgnumførdur og stílreinur. Eisini visuelt er kínt fyri smálutunum, og tað riggar væl. Stuttligt var t.d., at sangarin spældi á skrivimaskinu – eitt ljóðføri, ið ikki er heilt burturvið, vísti tað seg.

Samanumtikið var kvøldið gott. Hetta hóast ljóðið ikki var av tí besta, og at tað av og á hoyrdist dekan ov væl á onkrum sangara, at hann ikki hoyrdi seg sjálvan nóg væl. Stemningurin var góður, og útlendsku gestirnir fingu eina hugnaliga og góða vælkomukonsert.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *