Hóast Atlantic Music Event ikki var ein kapping, eins og Prix Føroyar, so var Boys In A Band stóri vinnarin av tiltakinum. Bólkurin skal spæla á trimum donskum festivalum í summar. Bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festival høvdu frammanundan boðað frá, at onkur luttakandi bólkur slapp at framføra á teirra festivali.

Hóast Eysturoyarbólkurin við teimum lívligu framførslunum, ikki var á høvuðsskránni, men ístaðin spældi á teimum minnu konsertunum, ið vóru hildnar í Kagganum, so valdu bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festivalurin júst henda bólk til sína spæliskrá. Sambært danska blaðnum Urban, so hevur eisini Spotfestivalurin boðið Boys In A Band pláss á síni spæliskrá.
Ovfarin av orkuni
Eg hitti umboðini fyri bæði Jelling og Nibe beint eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið. Umboðini vóru ovfarin. Peter Møller Madsen sammetti Boys In A Band við fyrstu ferð hann hoyrdi Clickhaze, ein bólk, ið hann enn metir vera ein av bestu norðurlendsku bólkunum, ið hann hevur hoyrt.
Umboðið fyri Jelling, Lars Charlie Mortensen var eisini ovfarin av orkuni, ið Boys In A Band høvdu og hvussu gott teirra sound var.
Sum heild vóru útlendsku gestirnir heilt tiknir á bóli av bólkinum, og fleiri væntaðu at her kundi koma fløgusáttmáli burturúr.
Plátufeløg upp at berjast
Ein av tónleikajournalistunum segði við meg:
– Lat teir spæla eina sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir.
Jens Ove Friis stjóri í plátufelagnum Recart var ein av heitastu fjepparunum hjá Boys In A Band eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið. Hann segði tá við meg:
– Hetta er nakað av tí besta, ið eg havi sæð í fleiri ár!
Kanska plátusáttmála
Leygarkvøldið, tá Boys In A Band eftir áheitan frá útlendsku gestunum, aftur fór á pall í Kagganum, stóð Jens Ove Friis og filmaði alla framførsluna hjá bólkinum, so okkurt kundi bent á, at her kundi okkurt spurtst burturúr. Við meg segði Jens Ove Friis leygarkvøldið, at hann fór at skriva sáttmála við tvey nøvn, ið hann hevði sæð á Atlantic Music Event. Men hann vildi ikki vátta hvørji nøvn talan var um.
– Tað hevði ikki verið rættvíst mótvegis bólkunum. Ein sáttmáli skal eisini helst vera undirskrivaður, áðrenn eg byrji at kunngera hann í fjølmiðlunum, segði hann m.a. í samrøðu, ið seinni í dag verður at síggja undir kykmyndum á portal.fo.
Man nýtist tó ikki at vera atomserfrøðingur fyri at rokna út, at Boys In A Band mestur er eitt av nøvnunum, ið Friis maðurin hevði í huga.
Man sá eisini Jesper Kemp frá Beatboxbooking í samrøðu við Boys In A Band. Kemp er frammanundan bókingaragentur hjá Eivør og Høgna Lisberg, og kom til Føroyar av áhuga fyri, at fáa uppaftur fleiri føroysk nøvn undir sínar veingir
One thought on “3 festivalar og ein fløgusáttmála?”