Konsertpallur neyðugur fyri menning

Ein livandi tónleikapallur við møguleikum fyri at framføra regluliga er lykilin til menning av føroyskum tónleiki. Sambært pallborðinum er leiðin, ið Danmark gongur fyrimyndarlig.

 

Í sambandi við Atlantic Music Event varð seinnapartin fríggjadagin skipað fyri pallborðsfundi um tónleikaídnað undir heitinum Hitt & Hoyr á Hotel Føroyum. Í høvuðsheitinum var ætlanin, at teir nógvu gestirnir úr útlendska tónleikaídnaðinum, skuldu fáa høvið at hitta føroyskar tónleikarar, og møguliga skapa nøkur sambond.

 

Áhugavert pallborð

Fundurin var skipaður við einum pallborði mannaðum av:

– svianum Pelle Lidell, A&R Executive fyri plátufelagið Universal í Onglandi
– bretska Jade Richards tónleikaumboðsfólk og eigari av Jade Inc.
– amerikansku Sarah-Chanderia, ið arbeiðir innan publishing við høvuðsstøð í Noregi men øllum heiminum sum arbeiðsøki
– Oskar Jensen og Lars Skovgaard, ið booka tónleikin til ávikavíst Lítla og Stóra Vega
– dananum Jesper Kemp tónleikaumboðsmanni í fyritøkuni Beatboxbooking, hann umboðar m.o. Eivør Pálsdóttir og Høgna Lisberg.
– dananum Jakob Brixvold, ið umboðar spælistaðið STARS og Roskilde Festivalin.
– Norsku Birgitte Hanssen Mandelid, ið er blaðkvinnan og umboðar næststørsta norska festivalin Øyafestivalen

 

Menna Norðurlond sum ein markna
Hetta gjørdist ein áhugaverdur fundur, har nógv var tosað um, hvussu Norðurlond kunnu mennast sum ein marknaður, og hvussu hetta kann styrkja einstøku marknaðirnar. Semja tyktist at vera um, at Svøríkið var stóri trupulleikin á hesum øki, tí at svenska tónleika útflutningsráðið í mun til hini Norðurlondini ikki ynsktu samstarv. Tosað var nógv um, at fáa sett á stovn ein felags ídnaðarfestival, ið kundi skapt stóran áhuga uttanfyri Norðurlond.

Spælistøð eru neyðug

Pelle Lidell fanst sum heild at sínum landsmonnum, fyri ikki at hugsa frameftir. Lidell er ein av stóru leikarunum á altjóða tónleikapallinum. Áðrenn hann kom í starv hjá stóra risanum Universal hevði Pelle egið felag, Merlin. Hetta felag seldi ikki færrei enn 90.000.000 fløgur tey árini, áðrenn Lidell seldi tað.

Sambært Lidell er stórur tørvur á spælistøðum í Svøríki, svenskir bólkar sleppa ikki at royna seg í heimlandinum, og fáa tí ikki ment seg. Nakrir bólkar flyta av landinum og aðrir detta niður fyri. Vandi er sambært Lidell fyri, at Svøríki, ið hevur verið undangonguland, skjótt verður afturúrsiglt av hinum Norðurlondunum.

 

Klaksvík vísir rætta viljan

Víst var á hvussu Danmark við virknum mentanarpolitikki, hevði skapt ein konsertpall, ið var gróðrarbotnur fyri nýggj talentir og um hvussu hetta bæði mentanarpolititiskt og fíggjarliga byrjaði at geva avkast fyri samfelagið. Hetta prátið er sera viðkomandi fyri Føroyar, tí júst prátið um spælistøð hevur fylt nógv í miðlunum, og í hesum døgum arbeiðir Klaksvíkar kommuna við at gera eitt spælistað í Dávavirkinum í Klaksvík. Meðan tað enn ikki er greitt, hvat hendur á hesum øki í Havn. Leygardagin sluppu útlendsku gestirnir ein túr til Klaksvíkar, og har vóru útlendsku rósurnar stórar til Borgarstjóran í Føroya næststørsta býi. Fyri at vera farin undir verkætlanina við Dávavirkinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.