Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace.
– Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá.
Høgni hevur nú fingið endurstovnað síðuna, men teir 768 vinirnir, ið hann hevði á Myspace eru burturi, eins og tey frálíku hagtølini við 12.000 spældum løgum, eru burturi. Nógvir av vinunum vóru týdningarmikil sambond hjá føroyska trubadurinum.
Høgni hevur júst endrustovnað síðuna, so grafikkurin er enn primitivur og enn eru eingi løg komin á síðuna.
Fyri Høgna, sum til dagliga arbeiðir á fleiri marknaðum fyri at gera vart við seg, er hetta ein dyggur smeitur. Høgni hevur roynt at fingið Myspace at endurskapa gomlu síðuna, ella bara at geva honum eina frágreiðing, um hví síðan varð strikað. Men hetta hevur higartil ikki eydnast.
Myspace er ein ókeypis tænasta. Tí tekur Myspace sær eisini rætt til at strikað síður, uttan nakra frágreiðing.
Høgni heitur á allar gamlar vinir og nýggjar við, um at koma inn á síðuna www.myspace.com/hognilisberg og biðja vinalag við hann.
One thought on “Myspace hevur strikað Høgna Lisberg”