Svaki Froskurin til Føroya

Kendi týski DJ Crazy Frog vitjar Eclipse og Mentanarhúsið í Fuglafirði hetta vikuskiftið.

Summi hata hann, Onnur elska hann. Og nú hann kemur hann til Føroya. Fríggjakvøldið fer DJ Crazy Frog at spæla í Eclipse, og leygarkvøldið vitjar hann Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Tað er ein týskur plátuvendari, ið stendur fyri froskatónleikinum, ið fyri nøkrum árum síðani gav øllum Evropa ein kvøkk – bæði á dansigólvinum og á mobiltelefonini. Við sínum sermerkta ljóði og konsepti hevur Crazy Frog fingið kultstatus serliga millum tey yngru.

Fyrsta lagið var ein tekno-endurútgáva av ”Axel F”, ið var temalagið til filmrøðina ”Frækkere end politiet tillader”. Síðani hevur blái froskurin endurútgivið og uppfrískað fleiri onnur løg, sum hóska væl til dansiumhvørvið.

Leave a Reply

Your email address will not be published.