Villmenn í streymloysi í Havn

Livandi tónleikurin í Manhattan verður heldur øðrvísi hetta vikuskiftið. Spælistaðið, ið er kent fyri at lata friðarligar trubadurar taka sær av tónleikinum, letur hesaferð mikrofonina í hendurnar á Holgari og Villmonnum.

Teir eru vanliga ikki so friðarligar. Tvørtur ímóti eru teir kendur fyri fest og balladu. Men hetta vikuskiftið royna Villmenn nakað heilt nýtt. Talan verður um unplugged tónleik við føroyskum slagarum, okkurt av egnum tilfari og okkurt fremmant. Finnur Joen Jacobsen úr Villmonnum sigur:

– Hetta verður eisini fyrstu ferð, at vit royna okkara nýggju “unplugged” ljóðføri. Fyri at fullfíggja unplugged-ljóðið, hava vit keypt ein akkustiskan bass og ein resonator gittara, haldi eg at tað eitur. So tað kann ikki blíva meira unplugged enn tað.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *