Barnastjørnan gjørdist vaksin á Hawaii

Brandur Enni, ið ivaleyst er størsta barnastjørna, ið føroyingar hava átt, er vorðin vaksin. 15. apríl fylti hann 18 ár. Dagurin var hildin á Kona Island á Hawaii

Evnaríki sangarin og sangskrivarin er í løtuni á Hawaii í tónleikaørindum, og tað bar so á, at føðingardagur hansara fall á hesa vitjan.

Brandur Enni á Hawaii eftir at hava verið í sjónum og svomið við grindahvalum

Hóast Brandur nú er vorðin myndugur, og sostatt ikki kemur undur lýsingina barnastjørna longur, so er stjørnuglansurin ikki horvin. Brandur luttók herfyri á AME-Reykjavík til stóran fagna frá áskoðarunum. Han arbeiðir við eini komandi útgávu og vit hava longu uppliva fleiri av løgunum av hesi útgávu. Eitt nú Aware Of It, sum var partur av sangskrivarakappingini hjá AME. Nú hevur Brandur lag eitt nýtt lag út á MySpace síðu sína myspace.com/brandurenni, lagið kallast With Or Without You

MySpace síðan hjá Brandi hevur rundað 16.000 spæld løg síðani hálvan november, ið er ímillum tey frægu spælitølini hjá føroyskum tónlistafólki, tó at tað ikki kann samanberast við eitt nú Teit, ið higartil hevur havt útvið 490.000 spæld løg, Lena, ið hevur útvið 33.000 spæld løg og Eivør við yvir 45.000 spældum løgum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *