Leygarkvøldið heldur Joan Ørting fyrilesturin Meira av tí góða á Hotel Føroyum. Vit hittu hana í Keypmannahavn herfyri og prátaðu um kynslív, sjálvsfatan, porno og kynslívsupplýsing. Hóast Joan ikkki hevur vitjað í Føroyum áður, væntar hon, at føroyingar hava betri kynslív enn danir.
Joan Ørting er millum føroyingar best kend sum vertinnan í Sex Skolen á TV3. Hesar sjónvarpssendingar er Joan Ørting sera errin av.
– Eg siti í løtuni og skrivi eina bók. Í tí sambandi havi eg hugt, at øllum teimum 20 sendingunum, ið vit gjørdu, og eg má viðganga, at eg haldi tær vera sera góðar. Vit koma sera víða um, og hetta er týdningarmikil upplýsing. Hetta er ikki eitt konsept, sum smartir pengamenn hava skapt, men mítt egna tilfar. Tí takið eg eisini heiðurslønirnar, sum besta frálæru sending og sum mest nýskapandi sending, ið Sex Skolen hevur fingið, sera persónliga. Eg haldi, at Sex Skolen fortaldi fólki okkurt, og tey fingu betri upplýsing um kynslívið, enn tey hava fingið áður, greiður Joan frá og heldur fram
– Upplýsingin um kynslívið er sera vánalig í fólkaskúlanum. Eg vóni, at vit í framtíðini fáa eina aðra skipan, har fólk uttanífrá við serfrøði í tílíkum koma í skúlan og taka sær av hesum. Tey kunnu tosa við tey ungu um alt møguligt, eitt nú um hjúnarskilna, fyrsta kossin um at flirta og annað tílíkt.
Kenn tín kropp
– Danir mangla kynsligt innlit! Sum tað er nógv sum fólk ikki veit! Nógvar kvinnur vita ikki hvar holið er, sum tær pissa út ígjøgnum. Tað kann eisini vera ringt at síggja, tú skalt hyggja við einum spegli, men tað er alneyðugt, at tú kennur tín kropp, sigur Joan og heldur fram:
– Eisini, eru tað øgiliga nógv sum halda, at fólk flest fáa orgasmu av at hava inn/út samlegu, men hetta er í veruleikanum bert galdandi fyri ein minniluta.
– Tað er eisini øgiliga sigandi, at vit kvinnur ikki hava nakað orð fyri okkara kyn, sum vit eru glaðar fyri. Vit hava eina rúgvu orð á donskum, men eingi av teimum, ið okkum dámar, so sum fisse, skede, vagina ella kusse. At ikki hava eitt navn fyri sítt kyn er fremmandgerandi, heldur Joan.
Føroyingar hava betri kynslív
Danmark var fyrsta landið, ið gjørdi porno frítt. Joan sigur, at hetta var nakað, ið danir vóru sera ernir av.
– Vit gingu runt og vóru errin av, hvussu frísint vit vóru. Men vit eru als ikki frísint. Danmark er ikki eitt serliga seksuelt land. Eg rokni tildømis við, at føroyingar hava nógv betri kynslív enn danir. Eg havi eisini varhugan av, at fólk á bygd hava betri kynslív enn tey í stórbýum. Fólk sum ikki eru upptikin av kvøldskúlum, skeiðum og øðrum tilboðum hava tíð til at ímynda sær ting. Loyndarmál eru eisini eggjandi og øsandi, so fólk sum ikki hava kynslívið uppi í andlitinum alla tíðina, hava hendan fyrimunin.
Porno er skuggasíðan
Joan vil tó ikki siga, at porno er skaðiligt ella ringt. Porno er tann samlaða skuggasíðan. Sovorðið, ið vit hava undirtrýst, sovorðið dýriskt. Tað er gott at fáa ljós á skuggarnar og fáa eina javnvág. Skuggasíðan hevur eisini okkurt gott í sær, og tað eiga vit at finna, greiður Joan frá.
Hann skal elska kvinnukroppin
Joan heldur annars ikki, at nógv sex er í almenna rúminum í Danmark.
– Vit hava nógvar myndir av naknum kvinnum, men Ekstra Bladet er t.d. einasta blað, sum hevur ein kynslívspostkassa. Eg havi so einki ímóti at síggja naknar kvinnur. Eg skrivi í Ekstra Bladet, so vit fáa tað borið út hvønn morgun, og tað fyrsta maður mín ger er at blaða upp á síðu níggju. Hetta seti eg prís uppá. Tað vísir, at honum dámar kvinnukroppin, so dámar honum eisini meg. Eg eri eisini sannførd um, at um man ikki dámar kvinnukroppin, so kann man heldur ikki gerast ein góður elskari, sigur Joan.
Sex selur
Sex verður brúkt til at selja allar møguligar vørur. Hvussu ávirkar hetta kynslívið?
– Hetta hevur man altíð gjørt. Sex selur! Um tú hyggur at lýsingum fyri vaskimaskinur í 50’unum, so brúka tær eisini sex. Tað er ein vandi fyri, at vit fáa kynsligar minnilutakenslur av hesum, halda ikki, at vit eru nóg seksutar og at okkara klæði ikki eru nóg frek, at vit ikki hava sex nóg ofta, og at vit hava for nógvar rukkur ella eru ov gamlar. Kvinnur mugu skilja, at aldur er vakur, rukkur er góðar og at menn eru troyttir av kvinnum sum lata sum um. Kvinnur hava ikki tørv á at meiggja seg út, sigur Joan.
Meira av tí góða
Leygarkvøldið heldur Joan Ørting fyrilesturin Meira av tí góða á kvinnukvøldinum á Hotel Føroyum. Hetta er ein fyrilestur um driftina og erotikkin millum mann og kvinnu. Joan Ørting fortelur um munin millum tað feminina og tað maskulina, og hvat fyri fyrimunir vit hvør sær hava. Joan sigur frá, hvussu vit kunnu broyta ósemjur og líkasælu til spenning og erotikk. Hon lýsir spurningar sum, hvussu komi eg at kenna mítt egna kyn enn betur? Hvussu blívi eg meira avhildin av tí mótsatta kyninum? Hvat skal til fyri at verða meira opin? og hvussu fái eg meira kærleika inn í mítt lív?