Hugleiðingar eftir sorgarleikin í Virginia Tech

Í amerikanskum skúlum hava vit seinnu árini sæð fleiri sorgarleikir, har næmingar hava beint fyri klassafeløgum og lærarunum. Í hesum mínum seinasta afturhvarvið, hugleiði eg um mína royndir við vápnum í skúlunum og um tílíkir sorgarleikir kundu hent á okkara leiðum.

 Afturhvarv III – skrivað til Skúlablaðið

Tekning: Marius

Nú hendi tað aftur, ein næmingur misti tamarhald á kenslunum og skeyt frá hond. 32 næmingar og lærarar lógu eftir á. Hesaferð var tað í Virgina Tech, at sorgarleikurin fór fram. Kring allan heim eru fólk skelkaði, og standa spyrjandi um hvussu tílíkt kann henda? Hví ein maður, ið er so illa fyri ikki fær nøktandi hjálp? Hví hann sleppur at fara inn í ein handil at keypa vápn? og nógv onnur hví. Tað er lætta at siga, at Seung-Hui Cho var svakur, og at hetta saman við lagaligu vápnalóggávuni var orsøk til sorgarleikin. Hetta er sjálvandi eisini lutvíst rætt, men vit eiga eisini at hyggja inneftir, og vita um vit kunnu læra okkurt av hesum, og kanska enntá hugsa, um nakað tílíkt kundi hent í okkara skúlum. Eg eri í øllum førum ikki sannførdur um, at tílíkt ikki kundi hent hjá okkum.

Uttan fyri felagsskapin

Útsagnir hjá klassafelagnum og lærarum hjá Seung-Hui Cho siga søguna um ein ungan mann, ið ikki var partur av felagsskapinum. Eingin av teimum, ið tosað hevur verið við, sigur seg veruliga kenna hann. Sjálvt tey, ið búðu saman við Seung-Hui Cho siga, at tey ikki kendu unga mannin, ið tó tyktist nokkso friðarligur.

Eg skal ikki her sita og bera í bøtuflaka fyri Seung-Hui Cho. Men hetta fær meg at hugsa aftur á mína egnu skúlatíð og um mína støðu uttan fyri felagsskapin í mínum flokki. og minnast aftur á tankar, ið fóru gjøgnum mín skalla, tá verst stóð til.

Vápnaður í skúla

Eg havi longu áður greitt frá um mín trupla flokk, og um hvussu eg minnist mínar skúladagar sum eitt helviti. Í mínum fyrsta Afturhvarvið skrivaði eg soleiðis: “Tað var tá, at eg skilti, at eg noyddist at verja meg á onkran hátt…. Eg visti, at skuldi eg fáa frið, mátti eg hava eitt vápn. Eg visti av royndum hjá einum, sum var illa happaður í einum eldri flokki, at tað ikki loysti seg at taka knív við.”  Well, eg skrivaði hatta afturhvarvið áðrenn sorgarleikin á Virgina Tech, og hóast eg væl kenni til tílíkar sorgarleikir, so sum tann í Columbine, tá tveir ungir menn drupu 12 fólk og særdu 24 onnur í skúla sínum. Men eg hugsaði ikki um hetta. Tá eg skrivaði um mín tørv fyri at koma í skúla við vápni. Men tá eg sat og hugdi, at eini av teimum nógvu sendingunum í sjónvarpinum um Seung-Hui Cho og um morðini á skúlanum, so komu minnini um mína skúlatíð aftur til mín.

Droymdi um at buka hini

Eg minnist hvussu eg droymdi um, at vera sterkari enn øll hini, ella um at duga karate og so knappiliga kunn buka tey av, sum happaðu meg. Eg havi altíð verið rættiliga væl fyri sálarliga, og havi ikki havt stórar sálarligar trupulleikar. Sjálvt tá heilt illa stóð til við happing, var eg við míni fullu fimm. Jú gaman í, eg hevði altíð ilt í búkinum og varð innlagdur við hesum. Men eg var ikki svakur. Eg fantaseraði tó um at vera tann stóri, tann sum setti øll hini upp á pláss, og tann sum fekk hevnt seg inn á øll tey, sum gjørdu mær fortreð. Lærararnir hjálptu mær ikki, hinir næmingarnir hjálptu mær ikki, og eg havi als ikki trupult við, at síggja hvussu ein næmingur við minni sálarligum yvirskoti enn eg, kann síggja øll sum sínar fíggindar í tílíkum støðum.

Við lívinum í vága

Eg minnist tildømis tilburðin, sum eg skrivaði um í fyrsta Afturhvarvinum, tá ein næmingur hevði knív við í skúla. Í nógvar dagar var hann argaður, og hann hevði eitt sera eksplosivt sinnalag, og henda dagin hevði hann tikið ein dolk við. Onkur boðaði gongvaktini frá, og tað gjørdist til ein bardaga millum næmingin og ein lærara mitt á gongini í skúlanum. Tað sá ógvisligt út, og kundi lætt verið gingið verri. Hetta var ein næmingur, ið varð illa happaður, hevði óstøðug viðurskifti kring seg, og sum ikki hevði neyðugt sálarligt yvirskot. Hann vildi vera tann stóri, og hevði ein lærari ikki við vanda fyri egnum lívi fingið knívin frá honum, so kundi hetta verið endað sum ein sorgarleikur.

Skotvápn í Føroyum

Eg havi altíð vita hvar, eg kundi fáa fatur á skotvápnum í Føroyum. Byrsur til fuglaveiðu ella haruveiðu, riflur og annað, hava verið í nógvum av teimum heimunum, ið eg eri komin í. Tankin at brúka hesi, hevur ongantíð verið í mínum huga, men um atgongd til vápn er partur av orsøk til drápini í Virgina Tech og Columbine, so hava vit ein trupulleika, tí nógv føroysk børn hava atgongd til vápn, eisini til skotvápn.

Kundi tað hent í Føroyum

Men í mínari verð eru vápnanýtslan og drápini í veruleikanum bert avleiðingar. Verða menniskju kroyst nóg nógv, so reagera tey, og verða ávís menniskju kroyst, so kann reaktiónin gerast sera ógvislig. Eg var sjálvur í míni skúlatíð somikið kroystur, at eg tók vápn við í skúlan. Fyri mítt viðkomandi var talan um eina jarnketu, fyri hin dreingin var tað ein knívur. Kanska fyri onkran annan er tað ein byrsa, so um eg skal meta um, tílíkir sogarleikir kundu hent í Føroyum, so eri eg als ikki í iva, tað kundu teir saktans í øllum førum í mínari skúlatíð. Skulu vit sleppa undan tílíkum, mugu vit verja okkara børn, ikki lata tey gerast offur fyri happing, og royna at hjálpa teimum inn í felagsskapin. Tað gjørdi eingin í mínum døgum, men eg vóni sanniliga, at støðan er vorðin betur nú á døgum.

One thought on “Hugleiðingar eftir sorgarleikin í Virginia Tech”

Leave a Reply

Your email address will not be published.