Ætla at skapa nýggja siðvenju

Teir báðir Búi Dam og Dánjal á Neystabø eru millum frægastu føroysku tónleikararnar, og hava áður samstarvað um barnasjónleikin Ævintýrferðina. Hóskvøldið ætla teir av savnað føroyska tónleikalívið.

 

Í telduposti til føroyskar tónleikarar og tónleikaáhugaði kalla Búi og Dánjal til fund hósdagin kl. 20 í sjónleikarahúsinum í Havn. Ætlanin er at samla allar landsins tónleikarar, siga teir.  Klassisk sum rútmisk, elektrisk sum akkustisk, roynd sum óroynd, trúgvandi sum minni trúgvandi, stutt og greitt ein og hvør hugsandi vera við tóna skaptum í heysinum er vælkomin.

Í stuttum er ætlanin at kveikja áhuga og leggja lunnar undir eina nýskapandi føroyska fólkatónleika siðvenju, har modernað ljóðføri skulu samansjóðast við okkara dýrabæru sang- og dansi siðvenju, verður m.a. sagt í teldubrævinum, ið ferðast millum føroyskar teldubústaðir.

Tað hevur víst seg í øðrum londum, at um man ikki megnar at samansjóða  tann modernaða tónleikin við tann traditionella, hvørvur tann siðbundni tónleikurin í meldrinum av altjóða alheimsgerini. Hetta førur síðani við sær, at orginaliteturin fánar. Danmark er eitt fínt dømi um júst hesa gongd, har man snakkar um ein manglandi “genkendelses faktor”, innan kommersiellan tónleik, klassiskan tónleik og jazztónleik.

Eingin ivi er um, at vit her heima hava eitt serstakt “sound”. Og tað er júst hetta føroyska soundið, sum hevur víst seg at vera áhugavert fyri fólk innan heimstónleika ídnaðin.

 

Ætlanin við tiltakinum

At varveita og blæsa nýtt lív í føroyska tónleikamentan

At hittast hvønn hósdag og spæla saman óansæð royndir og tónlistarliga bakgrund

At skapa eina siðvenju har sangmentanin og ljóðførini finna saman.

At samla nøkur løg arrangemen, sum vit øll kunnu taka lut í.

Hósdagin 10/5 kl. 20 er so ætlanin at kunna um tiltakið. Tað vera framløgur, framførslur og kjak har alt fer at snúgva seg um hvussu vit á bestan hátt røkka teimum málum vit hava sett okkum.

Tað er sera týdningarmikið, at so nógv sum gjørligt luttaka í prossesini, tí uttan fólk er trupult at skapa eina fólkatónleika siðvenju.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.