Michael Jackson fær krakk

Yrkisleiðin hjá Michael Jackson hevur sæð betri dagar, men nú ætlar fyrrverandi poppkongurin aftur at gera um seg, og hevur biðið royndar menn um hjálp.

Jackson hevur sambært The Sun spurt Simon Cowell, bersøgna dómaran í Pop Idol, The X Factor and American Idol, um hjálp, men hesin hevur ov nógv um oyrini við sendingunum The X-Factor og American Idols til at hjálpa Jackson.

Heldur ikki Simon Fuller fyrrverandi umboðsmaður hjá Spice Girls vil hjálpa Jackson, hann sigur seg hava ov nógv um oyrini við øðrum tónleikaverkætlanum til, at taka eina somikið stóra uppgávur. Hetta kann tykjast heldur løgið eftir sum Fuller herfyri royndi at endurlansera Spice Girls, men fekk krakk frá fleiri av gentunum, so man skuldi trúð, at eitt stórt glopp var í hansara kalendera.

Leave a Reply

Your email address will not be published.