Nýggja føroyska fløgan hjá Teiti, Káta Hornið, kom seinnapartin í gjár í handlarnar. Hetta er fyrsta fløgan á føroyskum hjá Teiti sum einstaklingi.
Teitur hevur ferðast kring allan heimin við sínum tónleiki, og báðar enskmæltu fløgurnar hjá Teiti hava givið dámliga havnarmanninum nógvar fjepparar í fjarskotnum londum. Men hóast Teitur hevur verið sera lítið í Føroyum, síðan hann fyrstu ferð royndi sítt flog á altjóða tónleikapallinum, so hevur listarmaðurin altíð skrivað sangir á føroyskum, og á nýggju fløguni sleppa vit at hoyra nakrar av hesum. Teitur gav fyri nøkrum árum síðan saman við Niclas Johannesen fløguna Sólin & Regni út, á hesi fløgu fingu vit innlit í hvussu Teitur ljóðar á føroyskum. Men hetta var áðrenn yrkisleiðin hjá Teiti veruliga tók dik á seg, eisini var her talan um bólkin Sólin & Regni, og ikki um Teit sum einstakling.
Kristian Blak frá plátufelagnum Tutl, sigur við Planet.fo, at fløgan varð koyrd út í handlarnar í gjár, og at fyrst í juni er ætlanin at skipa fyri útgávu tiltøkum í Føroyum. Teitur er í løtuni staddur í Onglandi har enskmælta fløgan Stay Under The Stars nýliga er útgivin.
Í sambandi við útgávuna av Stay Under The Stars stovnaðu Teitur og umboðsmaður hansara Christian Ulf-Hansen egið plátufelag, men hóast hetta hevur Teitur valt, at givið hesa fløguna út hjá føroyska plátufelagnum TUTL, og hann leggur heldur ikki skjól á, at henda fløga er gjørd bert til føroyska og íslendska marknaðin.
Teitur hevur lagt eitt lag av nýggju fløguni Havnin er ein lítil bygd, á myspace síðu sína myspace.com/teitur