Ein lopfjøl móti popptindunum

Tað hoyrist á fløguni Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum síðan síðstu útgávuna Can’t Erase It. Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið nakar av teimum hevur latið úr hondum.

 

Fløgan Let Your Scars Dance hjá Lenu Andersen rakti meg beint í hjart, longu fyrstu ferð eg hoyrdi fyrstu tónarnar av fyrsta lagnum á fløguni, Lenu, ið uttan fylgispæl syngur orðini:

 

Lay down all your worries

Lay them down at your feet

Soon you will be dancing

To rhytm of your own heartbeat

 

Alt meðan ljóðið av hjartaslátti spakuliga byrjaði at buka í oyrum mínum. Eg var seldur beinanvegin. Hóast eg ikki dansaði, so dansaði hjarta í bringuni. Hetta var so øgiliga nógv betur enn nakað, ið Lena ella Niclas høvdu latið úr hondum áður. Menningin, ið tey bæði eru farin í gjøgnum, sum tónleikarar, sangskrivarar, tekstskrivarar og kanska eisini sum menniskju, hoyrdist aftur í hesum 10 løgunum.

 

Svartskygni gjørt til skammar

Fløgan hevur ligið í fløguspælaranum leingi nú, og mær dámar hana akkurát líka væl, ella um rætt skal vera rætt uppaftur betur. Hetta er ein gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivaði løg, fínir tekstir, væl sungið, væl spælt og oman á alt, so er tað eisini væl framleitt og ljóðblandað. Samstarvið millum Lenu, Niclas og Óla Poulsen hevur á báðum fyrru fløgunum hjá Lenu verið dømi um, hvussu galið tað kann ganga, tá fremsti føroyski ljóðblandarin fær fríar teymar við popprokki. Úrslitið; tvær alt ov poleraðar fløgur, ið als ikki gjørdu Lenu ella hennara sangum nakra tænastu. Tí var eg sera svartskygdur, tá eg frætti, at Lena og Niclas høvdu avbrotið samstarvið við Red Hot Chili Peppers blandaran Ryan Hewitt og vóru farin aftur til Óla Poulsen. Men eg skal viðganga, at tey hava gjørt mínum svartskygni til skammar.

 

Kínt fyri staklutunum

Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu. Ikki tí, fløgan ljóðar ikki, sum Lena live. Her er kínt fyri staklutunum og arbeitt nógv við at fáa teir at fella inn í ljóðmyndina uttan at hvørva, og tað er kanska júst hetta, sum ger munin á hesi útgávuni og teimum fyrru: Hesaferð er kínt fyri staklutunum, teir eru ikki bara pussaðir við sandpappíri niður til okkurt blankt og slætt.

 

Popkendur rokkur

Tað ljóðaði, at orsøkin, at samstarvið við Ryan Hewitt varð slept, var, at hann og hjúnini ikki høvdu somu tilgongd til løgini, og at hansara ljóðbland kanska var meira rokk kent enn tað, sum tey ynsktu. Hetta verður í ein ávísan mun váttað á lagnum Who Am I, ið er einasta ljóðblandið hjá Hewitt, ið er komið við á fløguna. Hetta ljóðbland brýtur nógv frá hinum løgunum. Tað rokkar og er í mínari metan sera væleydnað. Tað kemst heldur ikki uttanum, at hetta er ein popkend rokkfløga, heldur enn ein popfløga við rokkdámi, sum tær fyrru fløgurnar vóru. Tí var tað kanska upplagt hjá Hewitt at leggja seg á tann bógvin. Tað hevði sjálvandi verið áhugavert, at hoyrt ljóðblandini hjá Hewitt og samanborið tey við ljóðblandini hjá Óla Poulsen, men hetta havi eg ikki havt møguleika fyri, og tað hevur í veruleikanum ikki nakran veruligan týdning, tí Lena og Niclas hava valt Óla Pouslen, og sum ummælari og lurtari er hetta tað, ið vit mugu halda okkum til. Tað kann bara staðfestast, at Óli Poulsen á hesi fløguni hevur gjørt eitt veruliga gott arbeiði.

 

Prógvar sína góðsku

Óli Poulsen hevur á eitt nú fløgunum hjá 200 og Peturi Pólsyni víst, hvussu høga góðsku hann kann lata úr hondum, meðan fløgur sum tann hjá Marius, Morning Dew hjá Høgna Lisberg, Chase fløgurnar og báðar Lenu fløgurnar, hava vigað tungt ímóti at velja Óla Poulsen til at ljóðblanda popprokk. Men á hesi fløguni prógvar hann eisini sína góðsku innan poppkenda  rokkin.

Ljóðið hevur tann neyðuga kantin til, at Lena heldur í 2007. Hetta er galdandi bæði fyri viðgerðina av røddini í ljóðblandinum og í samlaðu ljóðmyndini, har ljóðið virkar autentiskt og viðkomandi. Niclas Johannesen hevur framleitt fløguna, og eigur stórt rós fyri hetta arbeiðið, ið er ein av høvuðsorsøkunum til, at fløgan er so góð og ljóðar so væl. Nýtslan av ymiskum ljóðførum, ið ikki teljast millum tey mest vanligu, og strúkarakvartettin, ið er tikin upp í Abbey Road geva ljóðmyndini dýpd.

 

Sterkar frásagnir

Fløgan er á tremur við góðum løgum og inniligum tekstum, framførdum av framúrskarandi tónleikarum. Fyri meg er stutt millum perlurnar. Let Your Scars Dance er eitt av sterkastu og inniligastu løgunum. Hetta lagið vísur frásøgukonuna Lenu og tekstur lag og framførsla ganga hond í hond. Eg havi havt tí gleði at uppliva Lenu á nógvum konsertum seinastu árini, og tað er júst hetta at siga søgur, og gera upplivingina intima, ið er hennara størsta styrki. Á konsertum er Lena vanliga einsamøll við Niclasi á palli, men á hesi útgávuni er ein stórur bólkur við umframt strúkarar og hesi geva søgunum uppaftur størri styrki.

Tað er eingin loyna, at lagið Stones In My Pocket í mínari metan, kanska er sterkasta og mest inniliga lag, ið eg havi hoyrt frá Lenusa hond. Men á fløguni er lagið bert ein skuggi av sær sjálvum. Eg havi mangan hoyrt Lenu framført hetta lagið við so nógvari sál, at hvørt hár á kroppi mínum reisti seg. Men hetta er als ikki galdandi á fløguni. Hetta er bæði synd og skomm, tí lagið er á tremur við hjartablóði.

 

Løgin avgerð

Lagið Put Away Tomorrow For Tonight roynir seg í løtuni á 15 teimum bestu, men hví, júst hetta lag er valt at royna seg á almenna føroyska listanum, er hinumegin tað, sum eg fati. Her er talan um nógv tað minst spennandi lagið á fløguni. Jú, gamaní hetta er eitt fínt lívligt popprokklag, men als ikki av somu góðsku sum hini 9 nýggju løgini á fløguni.

So eru nógv meira at gleðast um í The Carpenters kenda lagnum Catching The Sun, ið við sínum dudududu niðurlagið er so sera fangandi á ein ótrúlig sjarmerandi hátt, ella í tí vakra og eitt sindur óseka og fitta The Things I’ve Never Learned, tí rokkandi Who Am I, ella Tell Me All About It, ið er eitt sera dramatiskt lag á ein afturlenaðan undirspældan hátt. Nevnast kunnu eisini inniliga The Budding Rose, ið eg áður havi sagt um, at tað fær meg at hugsa um Suzanna Vega við ein Tom Petty tvisti, hesa lýsing standi eg við. Eisini Something’s gotta Give, ið á onkran hátt gevur mær Dolly Parton assosiatiónir, mestur tí, at tann undiliggjandi kontrikenslan á fløguni í hesum lagnum er týðiligari.

 

Lært at brúka røddina

Samanumtikið er trupult at draga nøkur løg framum onnur, heildarupplivingin er sera góð. Røddin hjá Lenu er so framúrskarandi, at hon enn einaferð hevur prógvað fyri mær, at hon er tann besta songkvinnan, ið vit hava í løtuni. Hon hevur í størri mun enn nøkur onnur føroysk songkvinna lært seg at brúka sítt ljóðføri á mest áhugaverdan hátt. Tað ger heldur einki, at Lena við tíðini er vorðin somikið dugnaligur yrkjari, at røddin hevur inniligan boðskap at bera.

Tað er Høgni Egholm Magnussen, ið hevur gjørt fløguhúsan, hetta er hann komin væl frá. Ikki minst orsakað av frálíku myndunum hjá Bárður Eklund, er húsin sera snøggur.

Tá hugsað verður um, hvussu nógvur áhugi hevur verið fyri Can’t Erase It, so kann hendan fløga, ið er somikið nógv betur gerast ein verulig lopfjøl upp á tónleikatindin fyri Lenu.

5 av 6 møguligum stjørnum

 

Faktakassi

Let Your Scars Dance, 38 minuttir og 15 sekund.

Framleiðari: Niclas Johannesen

Ljóðbland: Óli Poulsen og Ryan Hewitt á lagnum Who Am I

10 løg: Let Your Scars Dance, Stones In My Pocket, Put Away Tomorrow For Tonight, Catching The Sun, Things I’ve Never Learned, Who Am I, Tell Me All About It, The Budding Rose, Something’s Gotta Give og And Life Carries On.

Heitið, Let Your Scars Dance, kom til Lenu í einum dreymi, tá hon vaknaði, royndi hon at googla tað, og á Google fanst ongin setningur, ið ljóðaði júst so. Hetta tók hon sum eitt tekin um, at fløgan skuldi hava hetta heitið.

Fløguhúsi: Høgni Egholm Magnussen

Myndir: Bárður Eklund

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *