Revival á Skarv

Leygarkvøldið fer Revival at undirhalda á Skarv í Keypmannahavn. Tað verður í sterkastu manning, at Revival møtir upp á Skarv.

revival3Revival hevur nevniliga fyri stuttum fingið fasta trummuleikaran Petur Dalsgaard aftur í bólkin, eftir at hann eina tíð var staddur í øðrum landi.

Sangari og gittarleikari er Jens Harry Jespersen, Jóanes Hofgaard spælir bass og Sigurd Thomsen á gittara, gevur tí áður  so erna Suðuroyarbólkinum eitt vet av Nólsoyarblóði. Av tí at Petur Dalsgaard, ið fyri eini 10-15 árum síðan avloysti Dánjal Jacob Holm á trummum, er úr Havn, er bólkurin við tíðini vorðin líka nógv ein bólkur úr Tórshavnar kommunu, sum ein bólkur av Tvøroyri. Men nú sum áður, stendur Revival altíð fyri einum lívligum bygdaballi.

Revival vóru rættiliga virknir á tónleikapallinum í Føroyum í fyrru helvt av 90’unum, og millum útisetar í Keypmannahavn seinnu helvt av 90´unum, og serliga til tiltøk í Suðuroynni. Revival spælur rokk og teir eru kendir fyri at seta gott lív í gestirnar.

Tónleikurin á Skarv leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið.

Leave a Reply

Your email address will not be published.