Ikki-ummæli av dreymakonsert

Mikukvøldið var  eg ikki til arbeiðis sum tónleikaummælarin eg var á dreymakonsert. Í dag hugleiði eg, um eina konsert, ið eg ikki meti meg føran fyri at ummæla.

 

Mær dámar tungmálm, allar best dámar mær Black Sabbath. Eg eigi allar útgávurnar, og verður hugt burtur frá tí ræðuligu útgávuni Seventh Star (ið heldur ikki veruliga er ein Black Sabbath útgáva, hetta var ein soloútgáva hjá Toni Iommi, ið varð doypt Tony Iommis’ Black Sabbath av plátufelagnum í vón um at selja fleiri eintøk), so dámar mær allar LP’irnar, fløgurnar, tað einsamalla videobandið og DVD’irnar, sum eg eigi.

 

Aftur bara fjeppari

Eg kann viðganga beinanvegin, at eg eri á ongan hátt førur fyri at ummæla hendan bólkin, serliga ikki í eini av teimum báðum klassisku útgávunum, antin við Ozzy Osbourne ella Ronnie James Dio á odda og við antin Bill Ward ella Vinnie Appice á trummum, tónleikurin liggur alt ov tætt hjartanum.

Eg eri fjeppari, og teir kundu fyri tað spælt av tramanum til uttan, at eg hevði lagt tað til merkis. Sum vanligur ummælari havi eg ofta trupult við at halda fríð og fara á konsert fyri bara at lurta og njóta. Alt ov ofta standi eg og greini. Men tá eg mikukvøldið upplivdi Black Sabbath í KB-Høllini í Keypmannahavn, so var eg aftur bara fjeppari.

Sjálvt fyrstu løtuna, tá eg stóð heldur aftarliga í tí akkustisku ræðuhøllini, og ljóðið var ein fløktur vavgreytur, so helt eg tað vera feitast í verðini.

Ronnie James Dio er kanska besti rokksangari nakrantíð, Geezer Butler er heimsins óndasti bassleikari (í orðsins besta týdningi), Vinnie Appice er ein hetja á trummunum og Toni Iommi er ein av teimum originalu gittarguðunum.

 

Har dreymur gerst veruleiki

Eg hevði satt at siga ongantíð væntað at sleppa at uppliva hesa útgávuna av Black Sabbath. Manningina, ið spældi á kanska heimsins bestu konsertfløgu Live Evil afturi í 1982. Mannigina, ið aftur fann saman í 1991, og gjørdu plátuna Dehumanizer, áðrenn teir aftur fóru hvør til sítt. Tað ferðina vitjaði bólkurin millum annað í Reykjavík, men tað lá ikki fyri hjá mær at fara tá, og hetta hevur plága meg, líka síðan bólkurin gjørdist ósamdur og fór hvør til sítt á vetri 1992. Tí var konsertin mikudagin ein gamal dreymur, ið gjørdist veruleiki.

Á konsertferðini er eisini Dio ljómborðleikarin Scott Warren við. Men sum vanligt í Black Sabbath, so sleppur ljómborðleikarin ikki á pallin. Hann stóð á síðupallinum goymdur av hátalurin. Ja, klisjeirnar høvdu tað fínt hetta kvøldið: Ljómborð hava einki at gera í einum tungmálmsbólki, og tá tey alíkavæl eru neyðug fyri ljóðmyndina, so syrg fyri at eingin sær tey, heldur ikki tá tey fylla alla høllina við symfoniskum introum. Soleiðis hevur Black Sabbath gjørt tey seinastu 30 árini, og soleiðis var eisini hesaferð. Hetta var undirstrikað, tá Dio móti endanum á konsertini presenteraði bólkin, uttan at nevna mannin á tangentunum – fantastiskt!

 

Lagt slipsið við hús

Miðalaldurin millum áskoðarin lá ivaleyst seint í tríatiárunum, og har vóru nærum bara mannfólk.  Um orsøkin er, at ordiligir menn ikki taka konuna við á tungmálms konsert, ella kanska heldur at ordiligar konur bara ikki tíma á tungmálmskonsert, tað skal vera ósagt her. Men tað kemst ikki uttanum, at hetta var eitt mannfólkakvøld, við tí tungasta tónleikinum, ið nakrantíð er skrivaður. Her vóru trummu- og gittarsoloir, soleiðis sum tær vóru í 80’unum.  Her vóru eingir tannáringar, sum vóru farnir á konsert fyri at skora ella fyri at slamm-dansa og steygjdeiva. Meirilutin var vaksnir menn,  ið kastaðu hendur sínar upp í luftina við eyðkenda tungmálmstekninum. Fleiri hundrað menn, ið høvdu lagt skjúrtuna og slipsið heima í parcelhúsinum og høvdu funnið sínar gomlu svørtu t-troyggir fram. Menn sum brølaðu við í løgum, sum Heaven & Hell, Mob Rules, Voodoo, Neon Knights og lagnum I av Dehumanizer, ið heldur óvæntað og á onkran løgnan hátt kendist sum eitt hæddarpunkt.

 

Einki fjas bara málmur

Fyri meg var konsertin fantastisk. Serliga eftir, at eg í lagnum, sum av fyrstan tíð fekk meg at dáma bólkin, Childen Of The Sea, leitaði mær frameftir, soleiðis, at eg stóð miðskeiðis fyri, nakrar metrar frá pallkantinum. Har var ljóðið sera gott, og vísti enn einaferð, hví rokkkonsertir ikki eiga at verða hildnar í KB-Høllini.

Har eg nú stóð, sá eg væl allan pallin, ið við sínum miðaldardámi ikki minti sørt um ein kirkjugarð – og hvat er meira hóskandi enn tað?

Ljósið og grafikkurin vóru  trúgv móti tónleikinum og gjørdust ongantíð óneyðuga fjasut. Stutt sagt var tað flott. Bólkurin spældi við sínum vanliga eitt sindur afturlenaðu og kulu útstráling. Geezer og Toni renna ikki runt og fjasa á pallinum, ístaðin lata teir ljóðførini tala fyri seg. Dio hevur í ár verið virkin á tónleikapallinum í 50 ár, men enn er hann ein tann besta rokkrøddin í heiminum, Maðurin hevur eina ótrúliga orku. Hóast hansara aldur ikki er alment váttaður, so er verður víða um gitt, at hann er 65 ára gamal ella við øðrum orðum fimm ár eldri enn Shakin’ “iltmasku” Stevens, ið á Summarfestivalinum í fyrra árið vísti hvussu stórar trupulleikar ein sangari, ið so høgum aldri kann hava. Men Dio gerst bara betur. Tað er nærum ófatiligt at hugsa sær og enn ófatiligari at uppliva.

 

Stutt og gott gamalt

Eftir tíggju løg, fór bólkurin av pallinum. Tá høvdu teir spælt hálvan annan tíma. Upphitingarbólkurin Violent Storm avlýsti av onkrari orsøk alla sína konsertferð í gjár, og tí var bert ein bólkur á pallinum í KB-Høllini, og tá virkar hálvur annar tími dekan ov stuttur. Tí var tað við stórum vónum, at eg var við til at klappa bólkin útaftur. Men tíanverrri, var bert eitt eykalag á skránni, tann frálíki Neon Knights.  Men alt í alt var konsertin ein góð uppliving, hóast hon kanska var nakað stutt, men eg má viðganga, at eg var eitt sindur móður í lendunum, av at standa og hyggja uppeftir í yvir hálvan annan tíma. So kanska var longdin hóskandi til aldursbólkin, ikki bert tann á pallinum, men eisini tann í salinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.