Við Káta Horninum flytur Teitur heimaftur tónlistarliga, og við sær hevur hann høgt tónlistarligt støði, professionalismu og lívsroyndir og meiningar, men eisini teir trupulleikar, ið standast av at gera eina fløgu á einum máli, ið tú ikki virkar á dagliga.
Tey, ið væntaðu, at Káta Hornið hjá Teiti varð eina fløgu við føroyskum popp sangum, verða kløkk, tí henda fløgan er als ikki tað. Her er tað tann eygleiðandi og til tíðir samfelagsrevsandi Teitur, ið við barlastini frá nógvum árum í útlandinum, hugleiðir um okkara samfelag, sína støðu sum útiseti og um dreymin um at venda heimaftur.
Við Káta Horninum hevur Teitur latið eina fløgu úr hondum, ið liggur nógv tættari Sólin & Regni fløguni, ið Teitur gjørdi saman við Niclasi Johannesen fyri nøkrum árum síðan, enn teimum báðum enskmæltu fløgunum, ið eru komnar síðan ta útgávuna. Nú hugsi eg ikki bert um, at fløgan er á føroyskum, men eisini kompositiónirnar eru í ætt við hvør aðra.
Í lagnum Útisetin, syngur Teitur soleiðis:
“hvat skal í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur?
er pláss fyri tí
sum eg eri vorðin?”
og í endanum á sama lagi staðfestir hann:
“alt skal við í mítt kuffert
um eg flyti heimaftur
eg vendi aftur av virðing
fyri tí sum eg eri”
Tað er júst hetta, sum henda fløgan ger. Við fløguni flytur Teitur heimaftur tónlistarliga, og við sær hevur hann høga tónlistarliga støðið, professionalismuna og tær lívsroyndir og meiningar, ið hann hevur fingið á sínum ferðum kring heimin. Her er alt við, men eisini teir trupulleikar, ið standast av at skula gera eina fløgu á einum máli, ið hann ikki virkar á dagliga.
Málsliga skerdur
Tekstirnir eru sera týdningarmiklir á fløguni, og nógv áhugaverd evnir vera tikin upp. Á onkran hátt tykjast allir sangirnir at vera lítlar viðmerkingar ella hugleiðingar við fylgispæli. Viðmerkingar og hugleiðingarnar nerta í fleiri førum við áhugaverd evnir, so sum málvøkstur, snævurskygni og menniskjaliga kuldan í stórbýunum. Tíanverri eru tekstirnir ikki nøkur stórverk. Málsliga bera teir brá av, at Teitur í nógv ár hevur verið burturi úr Føroyum, og at hann í ein ávísan mun hevur mist nakað av sínum móðurmáli og ikki “móðursmáli”, sum hann kallar tað. Her eru býttisligar málberingar, sosum “…tey vóru ikki blíð móti mær” í staðin fyri “…tey vóru ikki blíð við meg” og “…mitt í hesum hurlivasinum” ístaðin fyri “…mitt í hesum hurlivasanum” og “…fara tey til Indien” ístaðin fyri “…fara tey til India” og “eg arbeiði sum ein hundur” – Hvussu ein hundur arbeiðir, tað veit eg ikki, eg átti einaferð ein hund, og hann gjørdi ikki nógv til nyttu. Okkurt av hesum er rætta á fløguhúsanum, men tað sker í oyrini, tá tú hoyrir tað, og átti at verið fanga, áðrenn fløgan var innspæld.
Í blueskenda lagnum “Hugsa positivt” hoyra vit Teit í leiklutinum sum útisetin, ið fær propp av málvøkstri. Hann gremur seg um nýggju orðini, soleiðis, sum nógv fólk, ið eru uttanfyri klettarnar gera. Orð so jaligt og fílur fáa sítt. Hetta er ein meining, ið Teitur hevur loyvi at hava, men tað kann bara staðfestast, at hetta stendur í andsøgn við fløguheitið: Káta Hornið. Tí júst Káta Hornið er eitt heitið, ið eitt tíðarskeið varð brúkt um Glade Hjørn, og sostatt ein málvøkstur, ið Teitur hevur tikið til sín, men sum síðani er forkastað aftur av fólki flest.
Tónlistarliga væl frágingið
Tónleikaliga fungerar fløgan væl. Løgini eru fín, uttan at nakað av teimum veruliga fangar við øðrum enn ávísum tekstpettum. Fløgan skal ikki upplivast sum eitt savn av stakfløgum, men meira sum ein heild, og har riggar hon væl. Hon er væl spæld og sungin. Teitur syngur so sannførandi, at tú trýrt honum, sjálvt tá orðini ikki altíð eru 100% kul.
Løgini eru væl løgd til rættis. Til hetta hevur Teitur fingið køna hjálp góðum tónleikarum og sangarum og frá konservatoriuútbúna komponistinum Trónda Bogasyni, ið stjórnar gentukórinum á trimum løgum.
Ljóðar frálíkt
Men nakað av tí besta við fløguni er ljóðið. Vanligi konsertljóðmaðurin hjá Teiti, Jónas Bloch Danielsen hevur ljóðblandað, og ljóðið er heilt egið. Fløgan er tikin upp í einum summarhúsi í Norður Sælandi og ljóðar eisini soleiðis. Jónas er vanur at fáa Teitur at ljóða so framúrskarandi væl á konsertum, og á fløguni hevur hann eisini megnað at geva hesi fløguni eitt sera livandi og autentiskt ljóð. Ljóðmyndin er kryddað við nógvum ymiskum óljóðum, ið tilsamans skapa eina viðkomandi ljóðmynd. Ljóðblandið er eisini frálíkt, og ljóðar í støðum sum ein filmur, og tað er perfekt til hesa fløguna. Tí, sum sagt, so er hetta ikki ein vanlig poppfløga, men eitt verk av hugleiðingum og viðmerkingum. Samanumtikið er fløgan yvir miðal góð, men ljóðið bjargar henni eina eyka planet.
5 av 8 planetum