Eitt maskinmeistaraverk úr maskinrúminum

Hóast fløkjasligi húsin ger, at man næstan ikki hevur hug at fara undir trífaldu fløguna, »Úr Maskinrúminum« hjá Kaj Klein, so er hon verd avbjóðingina.

Kaj hevur gjørt bestu føroysku útgávuna higartil í ár.

Eg gevi fløguni 7 av 8 planetum,

»Úr Maskinrúminum« er úrslitið av samstarvi millum tveir útisetar, vestmenningin Kaj Klein og havnarmannin Tórodd Poulsen. Saman við einum flokki av donskum topptónleikarum hava teir skapt eitt ótrúliga flott verk, eitt maskinmeistaraverk. Eina trífalda fløgu, tretivu skerðingar ella tilsamans 125 minuttir og 45 sekund av tónleiki upplestri og ljóðmyndum. Hetta er einki minni enn eitt stórverk. »Úr Maskinrúminun« hevur satt at siga ikki serliga nógvar veikar løtur.

Á fløguni er fimm sløg av skerðingum. Har eru teir 14 sangirnir hjá Kaj við orðum hjá sær sjálvum ella Tóroddi, tvey lániløg, tvey instrumental løg, fýra skerðingar við upplestri av Tóroddi við tónleiki undir og átta skerðingar við upplestri av Tóroddi við ljóðmyndum undir.

 

Nógv fangandi løg

Sangirnir hjá Kaj eru sum heild framúrskarandi góðir. Har eru t.d. fantastisk og syngi-við-vinarlig løg, sum »Pallasa Pengar« við festliga kórinum, ið tungmálmsbólkurin Sic stendur fyri. Tað er lætt at ímynda sær seigliga niðurlagið: »Vit drekka okkum fullar fyri Palla’sa pengar«, sum fastan tátt í komandi føroyskum drykkigildum, ein lagna, ið lagið »Charlie« eisini lætt kann fáa. Teksturin, ið vinarliga lænir frá Lokum klassikaranum av saman navni, vísir, at Kaj hóast síni nógvu ár uttanlands kennir til heimliga tónleikapallin og samfelagið. Eisini løgini »Sawyer« og »Spurningur til Fanan« eru sera fangandi. Men hetta er ikki fyri at taka nakað frá hinum løgunum, ið flest øll eru góð á sín egna hátt.

 

Mest irriterandi lagið

Bara tvey løg eru dekan ov fjasut og telja niður fyri heildina, hetta eru »Beutyfull«, og lánilagi »Vox Bygd« eftir Napoleon Mortensen. Bæði løgini eru meira irriterandi, enn tey eru góð. Eg dugi væl at síggja, at í drykkilagi kann »Beutyfull« hava eina sjarmu. Men eg eri bangin fyri, at setur tú »Vox Bygd« á í tílíkum lagi, er vandi fyri, at onkur kastar eina øl eftir fløguspælaranum. Hetta man vera eitt tað mest irriterandi lagið, ið nakrantíð er skrivað.

Hitt lánilagið er Forever Young hjá Bob Dylan, og við Kaj’sa feitu, ráu og ljótu (á ein sera vakran hátt) rødd, riggar lagið perfekt. Tó skal sigast, at fløgan ikki útstrálar nakra ungdommiliga kenslu. Hetta er ein búgvin tónleikari við barlast og sál, ið framførir. Hetta er als ikki nýskapandi, men roynir heldur ikki at vera tað. Løgini eru flest øll okkurt slag av siðbundnum fólkarokki. Onkuntíð rokkar hann, sum á løgunum »Lending« ella á »Onnur Eygu« í øðrum løgum, sum »Ballada no. 2«, »Aftur í Mammu Sína« og »Summarsangur« kínir Kaj fyri orðunum. Alla tíðina viðkomandi og alla tíðina gott.

Sum sagt, eru tvey instrumental løg á fløguni, av teimum stendur serliga »Slider« sterkt. Eitt fangandi og festligt lag.

 

Ektaður upplestur

Á átta skerðingum lesur Tóroddur Poulsen yrkingar upp. Upplesturin er upptikin beinleiðis, og Tóroddur steðgar ikki á fyri at klippa villur úr. Hetta er, sum at vera til yrkingaupplestur við Tóroddi, og hevur tú verið tað, dugur tú eisini at virðismeta, hví tað er so týdningarmikið at halda tað ektað. Undir upplestrinum liggja ljóðmyndir av Kaj Klein og meistarliga urguleikaranum Palla Hjorth, ið føroyingar kanska kenna úr bólkunum Plastnoist og Sirm. Hetta riggar eisini væl, ljóðini gerast ikki so dominerandi, at tey taka nakað frá yrkingunum, men undirstrika stemningar. Sjey av hesum skerðingum eru savnaðar á triðju fløguni. Hetta er ektað. At tað er savnað á eini serstakari fløgu ger, at tú kanst goyma fløguna til løtur, har tú hevur hug til at hoyra henda framúrskarandi yrkjara lesa upp. Men ein sovorðin skerðing er við á aðru fløguni, sum seinasta lag seinasta lagið.  Hetta kann vera, fyri geva eina smaksroynd av triðju fløguni, men hetta er ikki gott. Fyri meg, sum altíð havi fløgur standandi á repeat brýtur henda skerðingin við tónleikin, og tykist órógvandi. Sum partur av triðju fløguni kundi skerðingin verið góð til løtur, tá tú hevur hug til yrkingaupplestur. Vert er eisini at viðmerkja, at har er pláss fyri henni á triðju fløguni. Eg haldi eisini, at tað er eitt sindur óheppið fyri heildarupplivingina, at tær fýra skerðingarnar við yrkingaupplestri til tónleik, ikki liggja saman, t.d. aftast á eini fløgu, ella á triðju fløguni. Tað virkar órógvandi, at hetta, sum er eitt sindur krevjandi, kemur inn millum øll hini løgini, ið eru rættiliga lætt undirhald.

 

Fantastiskur yrkjari

Tóroddur eigur orðini á 19 av teimum 30 skerðingunum. Tóroddur er ein fantastiskur yrkjari, ótrúliga humoristiskur og beinrakin. Hann hevur onkuntíð hatta eitt sindur fanansaktiga, sum serliga er kent millum betri begávaðar gamlar dreingir í Føroyum, eitt slag av turrari sarkasmu, sum vit uppliva eitt nú í lagnum »Vón«, ið nokk eisini er tann best eydnaði av løgunum, har Tóroddur lesur upp til tónleik:

 

»Fucking bygdamenn
ganga her so coolir og pissa á okkara heilagu stakitt
og royna eftir okkara gentum
og rópa mutherfucking bøssi eftir tær og mær
bara tí teir ikki duga føroyskt

 

fara so í sínar nýbuglaðu bilar
og drøna zombie læandi norður gjøgnum undarligar tunlar
av bráðum blóði og leysari húð
og ringlandi beinagrindum
tá teir koma útaftur hinumegin
vakna teir sum fucking havnarmenn við opnari splittu
og forlornum skerpikjøti undir gómanum«

 

Meistarliga skrivað, og lisið av Tóroddi, við eitt sindur svakligum Dan Turell kendum undirspæli av habila bólkinum.

Tóroddur meistrar so væl hetta at yrkja, at hann uttan trupulleikar klárar at selja sjálvt neyðrím, sosum í lagnum Ost í Nato, har hann rímar grind, mynd, vind, synd, tind, lind, hind til húðloysi.

 

At skriva einfalt

Á sjey løgum eigur Kaj Klein sjálvur orðini, hesi sita eisini sera væl. Hann dugur væl at skriva tekstir, sum eru líkatil, og sum fanga við síni sjarmu. Eitt sindur sum ein eldri útgáva av Finni Jensen úr Páll Finnur Páll. At skriva orð, sum eru so líka til og einføld er nakað av tí truplasta fyri ein yrkjara, men hetta megnar Kaj á ein sjarmerandi hátt. Ofta haldi eg, at umframt evinini at gera tað, krevist eitt dirvi, tað at tora at vera kiksaður og bygdasligur, og tað ger Kaj, t.d. í »Sawyer« :

 

»Hava teir krokudillur í Mississippi
munnu tey øll vera glað
kenna tey mun á flóð og fjøru
hvør skuldi vita tað

 

teir spurdu, um eg kom inn av vánni
men eg svaraði teimum, sum var
tað er Mississippi og eg
Mississippi og eg

 

Sigldi á streymasjógvi
eftir ánni
har komu stórar skútur framvið
og børnini svumu í ánni í áðni
og onkustaðni var onkur, ið græt

 

teir spurdu um eg kom…

 

Vaknaði í eini vátari song vesturi í Vágum
hagar var eg komin av ymsum ávum
gekk so ein túr har fyrr var fjøra og sandur
hvar er sandurin og fjøran nú
oh shit

 

teir spurdu um eg kom…«

 

Sera flott arbeiði, nokkso kiksað á heilt rættan hátt. Tað verður heldur ikki verri av, at tað verður sungið av Kaj’sa frálíku rødd.

 

Forferdiligur húsi

Meðan henda trífalda fløgan á nógvan hátt er sera góð, so er fløguhúsin beinleiðis forferdiligur. Listaverkið, ið prýðir húsan hevur kona Kaj, Elin Josefina Smith gjørt, og hennara mynd bilar einki. Men maðurin handan sniðgevingina av húsanum Jørgen Metzdorff er komin sera illa frá uppgávuni. Eg veit ikki, hvussu bundin hansara uppgáva hevur verið, men hugskotið at hava ein húsa við seks flappum á, sum peika í allar ættir, ger tað til eina avbjóðing at taka fløguna av hillini, men lukkutíð er hon so góð, at tað er vert avbjóðingina. Men tað er altso pillbýtt, at ein fløguhúsi skal virka, sum forðing fyri at taka fløguna fram. Men hetta forðar mær ikki í, at geva fløguni sjey av átta planetum.

 

Faktakassi

 

Heiti: Úr Maskinrúminum

Útgevari: Tutl í samstarvi við We Don’t Have To Records

Upptøkur: Studio Svinefryd

Tøkningar: Kaj Klein og Palle Hjort

Ljóðbland: Freddy Albrektsen & Kaj Klein

Manningin:

Kaj Klein: sang, kassgittar, el-gittar, bass, panfloytu og forritan umframt orð, løg og ljóðmyndir

Tóroddur Poulsen: upplestur og orð

Palle Hjorth: Klaver, harmonium, harmoniku, klavinet, mellotron, hammondorgul, synth, theramin, klarinet og bass, umframt ljóðmyndir.

Joachim Ussing: Kontrabass og el-bass

Peter Dombernowsky: Trummur og slagverk

Elspa Metzdorff, Elin Josefina Smith og SIC: Kór

Lars Ditlefsen: Munnharpu

Jógvan Klein: Slagverk

One thought on “Eitt maskinmeistaraverk úr maskinrúminum”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *