Lærdu konufólka at standa og pissa

Føroyska deildin av P-mate hevði sølulið á Roskilde Festivalinum, kvinnur og menn í parykkum og p-mate t-troyggjum bóru boðskapin um, at kvinnur eisini kunnu standa uppi og pissa

pmate02Nógva regnið ávirkaði nógv av sonevndu Events skránni á Roskilde Festivalinum. Vanliga gongur ein rúgva av sjónleikarum, gyklarum og akrobatum runt á festivaløkinum og framførir ymiskt. Men í ár vóru grønu økini umbroytt til stór runudýki, og tí vóru nógvar av hesum framførslum avlýstar.

 

Men fyri føroysku P-Mate fyritøkuna, ið eisini ferðaðist kring festivaløkið, var regnið eingin forðing.

 

Føroyska fyritøkan selur kvinnum grønar traktir, ið tær kunnu standa og pissa í gjøgnum. Í ár vóru tey á mannsterk møtt upp á festivaløkinum.

 

Konufólkini, ílatin ljósareyðar blusur og parykkar og menninir í svørtum blusum og parykkum, høvdu úr at gera við at læra konufólk at standa uppi og pissa.

 

Hesi trý eru serfrøðingar í at læra kvinnur at standa uppi og pissa
Hesi trý eru serfrøðingar í at læra kvinnur at standa uppi og pissa

Vit hittu eitt av søluliðunum uttan fyri Pavillion pallin, beint áðrenn Boys In A Band skuldi spæla. Tey lótu væl at áhuganum millum kvinnur fyri grønu traktunum.

 

Eisini Regin Dalsgaard, ið saman við systir sínari Sylviu stendur fyri føroysku deildini av P-mate, var vælnøgdur, tá vit hittu hann.
– Tað er stuttligt at síggja, hvussu sterkt hetta brandið er. Øll, sum eg tosi við um hetta, kenna til P-mate, greiður Regin frá.
Á veg á konsertina við The Who leygarkvøldið sóu vit tvær vinkonur fara at pissa við eitt hegn á festivaløkinum. Meðan tann eina setti seg niður at húka, stóð hin sum ein maður og pissaði. Henda seinna fór at gnísta, og rópti:

– Det virker jo ikke! Meðan hon við buksunum hálvavegna niðri vendi sær móti vinkonuflokkinum við einum drippandi p-mate í hondini. Um tað var høga promillan ella kleyvarskapur, ið var orsøk til vátliga  óhappið vita vit, ikki, men sambært P-mate fólkunum, so skuldi hetta ikki verið so trupult, og flest øll tyktust annars væl nøgd við grønu traktirnar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *