Poppur á fløgu

Tey, sum høvdu væntað at hoyrt Banaroo sungið síni hitt á Summar Festivalinum, fóru skuffaði til hús, tey fýra vóru á pallinum, men bæði sangur og tónleikur var á fløgu.

 

Tað er ringt at ummæla eina konsert, har fýra fólk dansa afturvið eini fløgu. Tað var neyvan nakar, ið væntaði, at týsku poppstjørnurnar høvdu bólk við, men á einum festivali er minsta krav, at talan er um sing back, altso livandi sang til upptiknan tónleik. Playback, har í tónleikur og sangur er upptikin, kann til neyð góðtakast á einum diskoteki, men at leggja eina tílíka framførslu millum tvey av bestu føroysku konsertnøvnum Guðrið Hansdóttir og Høgna Lisberg á Flagspallinum á Føroya størsta festivali, tað er ikki nóg gott.

 

Tey fýra í Banaroo eru vøkur ung fólk, men í mun til flottu myndirnar, ið hava prýtt plakatir og greinar seinastu tíðina, vóru tey ikki serliga smart stylaði á Flagspallinum, ístaðin virkaðu tey rættiliga tilvildarligt ílatin. Tilvildarlig tyktist eisini koreografiin. Heldur ikki sjálv dansiframførslan var serliga sannførandi, tey høvdu torført við at dansa saman og virkaðu rættiliga ótjekkaði.

 

Tónleikurin var lættur poppur, og tað var lætt at fáa hug til at dansa við. Tó tyktist tað nokkso skjótt trivielt, og stórir partar av teltinum, ið var á tremur við fólki, misti áhugan. Fremst við pallinum var tó rættiliga nógv trýst á alla tíðina, og fólk dansaði og sang við. Her var tó eitt sera óheppið bland av sera ungum Banaroo fjepparum og fullum fólki. Tað tykist rættiliga burturvið, at hesin bólkur var settur at spæla kl. 22.30, tá promillan hjá nógvum festivalgestum er vorðin so høg.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.