Eg meini, at kristindómurin hevur gjøgnumsúrgað hetta samfelag…

…í so stóran mun, at annar átrúnaður hevur trong kor. Eg havi ofta eins og nógv tykkara tosað um um andaligar sendingar á føroysku útvarpsrásunum, og tað er júst hendan orðing, “andaligar sendingar”, sum vísir hvussu galið tað stendur til. Vit brúka orðið andaligt sum um tað merkir kristiligt, uttan at blunka og uttan at hugsa um tað.

Í mínari verð var andaligt fyrr tað sama sum kristiligt. Hetta sigur forferdiliga nógv um meg, men eisini um samfelagið, sum eg eri ein partur av. Eingin, sum er so opin og upplýstur sum eg, sigur sovorið, uttan so at samfelagið leggur honum orð í munnin.

Vit breggja okkum av, at vit hava trúðarfrælsi, alt ímeðan sjálv definisjónin av andaligheit er kristindómur, áh harra mín!

Orð eru ikki bert speglingar av samfelagnum, men eru eisini við til at skapa okkara hugsan um samfelagið. Orðið “andaligt” bæði speglar og skapar føroyska andaligheit. Tað ber ikki til at tosa um frælsi, tá vit í sjálvum málinum ikki geva pláss fyri hesum frælsi.

Tá eg skrivi á øðrum málum t.d. åndeligt ella spiritual, merkir hetta ikki kristiligt, tó at eg umseti hesi orð til andaligt á føroyskum. Her er talan um ymiskar lívsáskoðanir: Eg eri ikki tann sami á donskum og enskum, sum á føroyskum.

Um vit ynskja at skapa eitt liviligt samfelag fyri annan átrúnað enn kristindóm, so mugu vit broyta føroysku lívsáskoðanina. Her traðka tey kristnu sjálvandi inn og siga: “Jamen Føroyar eru fyrst og fremst eitt kristið land.”

Hetta er júst trupulleikin; hvat seta vit hægri, trúðarfrælsi ella Føroyar sum eitt kristið land? Eg dugi ikki at síggja hvussu veruligt trúðarfrælsi kann vera í einum “fyrst og fremst kristnum landi”. Fyrst og fremst merkir í skúlum, í loftmiðlum og í fjølmiðlum sum heild: Kristindómur og aftur kristindómur. Hetta er ikki bara andaligar sendingar, sum eg segði seinast, hetta er alment fíggjaður kristin ágangur. Hvussu tramans stórur er møguleikin at vaksa upp sum frítonkjari ella sum hindu, ella muslim, tá tú livur í einum slíkum landi?

Kristin hava alt vald her, og guð hjálpi og náði tí stakkals politikara sum hevði roynt at arbeitt fyri trúðarfrælsi. Hygg til dømis at, hvussu tað endaði á sinni tá rættindini hjá samkynDum vóru fyri á tingi.

Tað er ikki tí at allir politikarar eru nøkur snævurskygd svín, nógvir politikarar eru nokk samdir við mær, men um teir søgdu hetta, vórðu teir ikki afturvaldir.

Mær nýtist tíbetur ikki at verða afturvaldur til nakað sum helst, so eg sigi tað bart út. Eg krevji trúðarfrælsi. Steðgið tí alment fíggjaða kristna áganginum!

Leave a Reply

Your email address will not be published.