Høgni Lisberg átti tað truplu uppgávuna, at fara á stóra G! pallin, eftir at Frændur høvdu staðið fyri einari av mest hugnaligu fólkaveitslunum á G! nakrantíð. Men meðan Frændur vóru fólksliga hæddarpunktið, so má konsertin hjá Høgna Lisberg metast sum eitt tónlistarligt hæddarpunkt á G!.
Eingin føroyskir listamaður hevur verið ígjøgnum so stóra listarliga menning seinastu árini sum Høgni. Hann hevur flutt seg frá singer songwriterstílinum á fyrstu útgávuni, yvir í popprokk á aðru útgávuni og nú yvir í okkurt slag av funky-rútmu-poppi, og hesin rútmiskt spennandi stílurin við nógvum effektum á røddini klæðir Høgna væl. Eg havi áður í ummæli av nýggjastu fløguni hjá Høgna staðfest, at hon er eitt meistaraverk og klár til at gerast hansara altjóða gjøgnumbrot, og áhugin fyri Høgna m.a. á Billboard vitnar um, at henda forsøgn ikki er burturvið.
Men Høgni hevur áður havt torført við at liva upp til fløguútgávurnar á konsertum. Men hetta var eingin trupulleiki á G!. Høgni Lisberg, Brandur Jakobsen og Jens L. Thomsen mannaðu lítla bólkin hjá Høgna, ið er munandi skerdur í mun til bólkin, ið Høgni áður hevur havt við sær, og lat tað verða sagt, at skerjingin í bólkinum hevur fingið tað besta burtur úr teimum, ið eru eftir. Tí Høgni Lisberg hevur ikki verið betur.
Høgni syngur betur enn nakrantíð og spælir væl á kassagittaranum, meðan Brandur stórtrívist á trummunum, ið eru so øgiliga sentralar í nýggja stílinum hjá Høgna, og so er tað Jens L. Thomsen, ið skiftir millum bassin, tangentar og ymiskar ljóðmaskinur, og vísir sítt tónlistarliga flogvit.
Hæddarpunktini á konsertini vóru nógv, ja, so nógv, at tað er torført at taka nakað lag frammum hini. Tó var útsetingin av Exit, rættiliga óvænta og ræðuliga feit. Tað ljóðaði nærum sum ein glað, funky og jalig útgáva av Rage Against The Machine.
Tað vóru ikki nógv fólk á sandinum, tá Høgni byrjaði at spæla, men tónleikurin lokkaði fólk til sín, og móti endanum á konsertini var heilt nógv fólk framman fyri pallin.