Tungur málmur og pínligar klisjeir

The Haunted vístu á G! hvussu ordiliga tungur tung málmur skal spælast. Men klisjefyltu einarøðurnar hjá sangaranum vóru so pínligar og kiksaðar, at hansara orkesturfelagar áttu at biðið hann tagt millum løgini.

Tað er okkurt undarligt við at standa í náttarmyrkrinum eitt vakurt summarkvøld, á einum spæliplássi í Syðrugøtu og uppliva ein langskeggjanum svia rópa:

– eru tit til reiðar at lata hjørtu tykkara upp fyri Satan?

Langskeggjaði sviin var Peter Dolving, oddamaður í tunga treskimálmsbólkinum The Haunted, ið spældi á Spæliplássinum á G! fríggjakvøldið.

The Haunted er ein sera tungur bólkur, og larmandi málmurin var bæði harðligur og væl spældur. Men løturnar millum løgini vóru sera pínligar. Við umvendum fortekni ljóðaði Dolving nærum sum ein av hesum rokkprætikantunum, sum tú vanliga upplivir á Fjarðafestivalinum. Við einarøðum um Satan og um hvat foreldrini gera, tá vit fara í song, tosaði hann niður til áskoðarnar.

Hetta var pínligt og hjálparsleyst eins og tað er tað hjá teimum kristnu rokkarunum, men meðan teir kristnu rokkararnir gera hetta, tí teir vilja breiða ein boðskap út, so var hetta hjá Dolving, ivaleyst  meint sum okkurt slag av skemti, fyri at fylla nakrar innantómar rokkklisjeir út. So tí var hetta so fullkomiliga óneyðugt. Kanska tað provokeraði onkran, men hetta vóru innantómar provokatiónir.

So var munandi betur, tá bólkurin spældi. Bæði Dolving og hinir limirnir leveraðu eina harða og kontanta rokkuppliving, við fínum løgum, spæld við rætta blandinum av gittarsoloum og hart pumpandi botni og meistarligum sangi og rópi.

Eg kenni ikki “The Haunted” og eri ikki nakar kennari av hesum tónleikaslagnum, men sum eg stóð har og rysti tað hárið, ið eg ikki havi á høvdinum, mátti eg staðfesta, at hetta var ordiliga feitur tónleikur. Sera gott lív var frammanfyri pallin, og tað var at fegnast um, at fyrireikararnir høvdu lagt hesa smølu konsertina á spæliplássinum, tí har kendust tey fáu fólkini, sum vóru komin saman, sum ein fittligt fjøld.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *