Abba Showið savnaði sera nógv fólk á Vágsbøi, og hóast gott lag, frálíkt veður og eitt sera flott show, góðar tónleikarar og serstakliga pen og væl syngjandi fólk, so varaði nærum ein tími, áðrenn veruligt lív kom í fjøldina, og tá var næstan ov seint.
Hóast bólkurin spældi fleiri av heilt stóru hittunum, so sum “Money, Money, Money”, “Fernando” og “Take a Chance on Me” so var skráin ov nógv merkt av friðaligum løgum, og løgum, ið fólk kanska ikki kendu heilt so væl. Tá ljóðmaðurin valdi at hava ljóðið sera spakuligt fyrsta tíman, so fór luftin úr ballónini. Ikki nokk við, at ljóðið var spakuligt, ljóðblandi var eisini sera hvast, við lítlum botni.
Men eftir ein góðan tíma tykist tað, sum ljóðmaðurin hevði funnið volumu-knøttin og í løgunum “Dancing Queen”, “Mama Mia”, “Gimme Gimme” var gott lív í frammanfyri pallin. Hetta var tó ov seint til at fáa allan Vágsbø við. Sum ummælari sat eg við kensluni av, at hetta kundi verið so gott, men gjørdist bara heilt ok. Eg føldi stutt sagt ikki diskoið í mínum æðrum.