Moby The Pink Pilot átti heiðurin, at lata Flagsteltið upp á Summarfestivalinum 2009. Hetta komu teir fýra tónleikararnir bara heilt væl frá.
Bólkurin er eitt sindur løgin í sínum bygnaði, við syngjandi trummuleikaranum Fróða Hansen heilt frammi á pallinum.
Teltið var nærum tómt, tá bólkurin fór á pallin, og hetta tjaldið er kent fyri at vera vónleyst at ljóðblanda í, tá tað ikki er á tremur við fólki. Men onkursvegna hóskaði 70 ára kendi psykadeliski rokkurin hjá Moby the Pink Pilot serstakliga væl til umstøðurnar, runganin av teltinum gjørdi bara ljóðmyndina enn størri.
Bólkurin spælir væl, og innlivingin er heilt fantastisk. Eina løtu var hetta fínasta slag, men onkursvegna troyttaðis hesin ummælarin av løgunum, sum í sær sjálvum ikki høvdu nóg nógv uppá seg. Tað hjálpti tó nakað, at teir báðir Fróði Hansen og bassleikarin Petur Háberg skiftust um at syngja, hetta gjørdi tað nakað fjølbroyttari.
Bólkurin endaði við lagnum hjá Fróða Hansen, “Nobody Goes to Hell For Having Loved”, ið hevur verið nakað at hoyrt í miðlunum seinastu tíðina, og hetta lagið var nokk mest fangandi lagið hjá bólkinum, tó uttan veruliga at lyfta upplivingina uppá tað støðið, ið kundi gjørt hana ordiliga góða. Eg ivist ikki í, at meira intimir karmar kundu gjørt upplivingina eitt sindur betur.